BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Vestmanna-dagar

02.05.2013

Í døgunum 20.-22. juni verður skipað fyri Vestmanna-døgum.

Talan er um eitt trivnaðar- og mentanarátak, sum skal styrkja um samanhaldið millum vestmenningar í øllum aldri. Hugni og upplivingar vera í fremstu røð og ætlanin er, at flestu tiltøkini skulu vera ókeypis.

Tiltøkini hesar dagarnar verða av alskyns slag: morgunmatur í høllini fyri allar borgarar, gongutúrar í bygdini við frásøgufólki, opið hús á stovnunum hjá Kommununi, málningaframsýning, konsertir, djóragarður, lat- og fá marknaður, sølumarknaður og café'ir. Vestmanna-dagarnir enda við dansi í Ítróttarhøllini, har ið yngri og eldri vestmanna-orkestur spæla.

Skráin verður kunngjørd á heimasíðini hjá Vestmanna Kommunu fyrst í juni, men til ber at hoyra um tiltakið í Nærvarpinum FM 101.0 í kvøld, hóskvøldið 2. mai kl. 21.

Um onkur skuldi havt okkurt gott hugskot, ella ynskir at hjálpa til við tiltakinum, kunnu viðkomandi seta seg í samband við Kommunuskrivstovuna.

Vestmanna Kommuna vónar, at tikið verður væl undir við Vestmanna-døgunum.