BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Vestmannagenta føroyameistari í talvi

Tað er ikki bara mannfólkini í Vestmanna, ið gera seg galdandi, í fjør vann nevnliga Ása Olsen bólkin U 16, og í ár vann Sólfríð Hjørleifsdóttir bólkin U13, og tað var sera sannførandi.

Sólfríð vann við 10 stigum, Kára Djurhuus nr. 2 og Signhild Djurhuus nr. 3, báðar 7 stig.

Sólfríð hevur somuleiðis vunnið sær rætt at luttaka í Norðurlandameistaraskapinum fyri gentur, sum verður seinast Svøríki í Apríl.