Nú er Vestmannatunnil raðfestur í samferðsluætlan

07.05.2007

Leingi hevur verið spurt og bíðað eftir eini heildarætlan fyri øllum samferðsluútbyggingum í Føroyum. Leingi og væl hevur eisini verið arbeitt við hesum. Og nú, loksins, er hon her, Samferðsluætlanin.

Arbeiðið er í høvuðsheitum gjørt í einum samstarvi millum Vinnumálaráðið, Landsverk og Strandferðsluna.

Áðrenn uppskotið varð endaliga orðað, varð tað lagt fram fyri øllum landsstýrinum. Landsstýrið mælti til at gera nakrar smár broytingar - tó eina, sum fyri Vestmenningar verður av størsta týdningi -  nevnliga at ætlanin um ein Vestmannatunnil nú er komin við í Samferðsluætlanina. Tað hevur hon ongantíð verið áður.

Samferðsluætlanin fevnir um árini 2008-2020. Allar tær nógvu stóru og smáu raðfestingarnar eru tó ikki endaligar, hetta er eitt uppskot sum krevur politiska viðgerð.

Vestmannatunnilin liggur heilt afturi í endanum á tíðarskeiðnum, sum ætlanin fevnir um. Metingin av kostnaðinum er einar 300 mió. kr. Í íløguyvirlitinum í samferðsluætlanini eru tær fyrstu 20 mió.kr. settar av í síðsta skeiðinum, nevnliga 2016-2019.

Tað er kanska longi at bíða eini 10 ár. Men tað týdningarmesta er, at nú er Vestmannatunnilin settur inn í eina samferðsluætlan - og tað er fyrstu ferð nakrantíð. Og tað hevur stóran týdning at vita, at hetta er tað, sum nú er stungið út í kortið.

Tað er umráðandi at vita hjá øllum, sum ætla at seta búgv í Vestmanna - ikki minst hjá vestmenningum sum búgva aðrastaðni, sum umhugsa at venda heimaftur, og hjá øðrum avbygdafólkið, sum kunnu hugsast at búsetast í Vestmanna.

Tað hevur ikki minni týdning fyri allar vinnufyritøkurnar nú at kunna gera framtíðarætlanir út frá tí, at flutningurin til og úr Vestmanna fer at verða munandi tryggari, skjótari og lættari í framtíðini, tá sleppast kann undan at fara upp um Høgareyn.

Vinarlig heilsan
Hans Pauli og Bárður