Vestmenningar fáa svar upp á orkuspurningar

02.03.2015

Mikukvøldið 4. mars klokkan 19 verður høvi hjá áhoyrarum at fáa neyva kunning um orku, sparing av orku og annað í hesum sambandi, tá stórur fundur verður í Vektarbúðini í Vestmanna.

Sambært fundarskránni fara fýra »tungir « dreingir innan økið at greiða frá, og eftir framløgur verður eisini høvi hjá fundarfólki at seta spurningar.

Meinhard Eliasen frá Jarðfeingi, Áki Mortensen frá Hiti.fo, Baldvin Hardarson frá Hitamyndir.fo og Jens Pauli Dahl frá RenoVent fara at greiða frá.

Umframt framløgur og høvi at seta spurningar, verður eisini høvi hjá fundarluttakarum at keypa kaffi og køkur í Vektarbúðini mikukvøldið.