Vestmenningar í Havn

27.02.2015

Vestmenningar í Havn hittast hvønn hósdag. Sum oftast er tað kl. 10 í Norðurlandahúsinum, men teir eru ofta bodnir á vitjan á stovnum og fyritøkum. Eitt nú hava teir verið á vitjan í Tinganesi, hjá SEV, hjá Jarðfeingi og aðra staðni eisini.

Eg havi ofta hugsað um at farið á vitjan, men hetta er jú í arbeiðstíð, so tað hevur ikki ligið fyri higartil. Men í gjár, hósdagin 26. februar, skuldi eg ørindi til Havnar, og ímillum ørindini var ein løta, har einki var á skránni, og henda løta var júst um 10 tíðina. So leiðin gekk niðan í Norðurlandahúsið. Har vóru longu fleiri vestmenningar møttir, og fleiri løgdust afturat.

Jan Haldansen var har vegna VÍF. Hann greiddi eitt sindur frá bókini um VÍF, og hann hevði biðið Helga Jacobsen, rithøvunda, greiða eitt sindur frá hendingum úr bókini.

Eftirfylgjandi snúðið nógv av prátinum seg eyðvita um hondbólt og kappróður. Men tosað varð eisini um eitt nú ættarbond.

Næsta hósdag, tvs. 5. mars, møtast vestmenningarnir ikki í Norðurlandahúsinum – tá eru teir bodnir inn á gólvið hjá ALS. Og teir søgdu frá, at umboð fyri missiónshúsið í Vestmanna hava boðið teimum norður, men tann dagurin er ikki ásettur enn.

Vestmenningarnir løgdu dent á, at allir vestmenningar eru vælkomnir til hesar løtur, og eg kann bara viðmæla, tí løtan var sera hugnalig.

Jákup Durhuus