OGNIR til sølu/leigu

Ognir í Vestmanna til sølu


BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 10.12.2019

Vestmenningar og Kvívíkingar kasta saman um felags grindavág og sólstrond

Vestmenningar og Kvívíkingar kasta saman um felags grindavág og sólstrond

Eins og Vestmanna kommuna er Kvívíkar kommuna í holt við at leggja bátabrúgvar út í bátahylin yviri á Válinum. Sum tit síggja so eru partar av bátabrúgvunum hjá Kvívíkingum komnar at liggja við ferjuleguna Inni á Fjørð. Hetta er sjálvandi gjørt eftir avtalu við okkum.

Av tí at kvívíkingar skulu dýpa hylin, hevur Vestmanna kommuna á bygdarráðsfundi 28. mars samtykt at gera samstarvsavtalu við Kvívíkar kommunu um, at sandurin skal leggjast afturat verandi grótkasti á Válinum. Í vikuni varð Landsverk her við bátinum, sum mátar dýbdina. Tað vísir seg, at enn manglar nakað av sandi í, fyri at fáa sandin nóg langt upp. Tì hevur Vestmanna kommuna játta, at sandbáturin kann flyta nakað av sandinum á Fitjum, soleiðis at nýggja sandstrondin kann verða so væl eyðna sum tilber.

Ætlanin við hesum er at tá næsta grind kemur inn á Vestmanna, verður skipað soleiðis fyri, at nakað av grindini verður rikin inn á nýggju strondina á Válinum og nakað inn á sandin á Fitjum, sum eftirhondini nógvar grindir hava lagt beinini á. Man kann eisini avtala at reka grindirnar skiftivís inn á hesar strendurnar, so grindin aðru hvørja ferð, fer til kvívíkingar og aðru hvørja ferð til vestmenningar, men hetta avgera grindaformennirnir saman við sýslumanninum.

Vestmanna kommuna er í holt við at skifta uttastu flotbrúgvuna. Hetta arbeiðið verður gjørt, tá bátastevnan hevur verið. Ætlanin er, at gamla brúgvin skal gerast klár og eftirfylgjandi leggjast millum grótkastið við ferjuleguna og yvir á nýggju strondina, og virka sum bindilið millum Válin og Vestmanna.

Ætlanin við hesum er, at vestmenningar kunnu ganga yvir á Válin og njóta kvøldarsólina inni á nýggju sandstrondini, og sjálvandi eru kvívíkingar eisini vælkomnir yvir á Fitjar at gera brúk av sandinum.

Hetta er bert fyrsta stig í komandi samstarvi millum kommunurnar. Næsta stig, sum longu er lagt inn í langtíðarfíggjarætlina hjá báðum kommununum, verður at byggja felags bygdarhús, sum er staðsett yviri á Válinum við síðunar av SEV bygninginum niðri í fjørðuni. Innboðnir arkitektar og verkfrøðingar hava longu teknað upp á hetta, og verða í hesum døgum uppskotini gjøgnumgingin.

Leygardagin kl 16:00 bjóðar Vestmanna kommuna og Kvívíkar kommuna til móttøku inni á Miðnámi í Vestmanna (fiskuvinnuskúlin). Tá verður vinnandi uppskotið avdúkað og sýnt fram. Báðir borgarstjórarnarnir koma at greiða frá víðari samstarvsætlanunum.

Av tí at avgerandi dystur verður í Kollafirði millum KÍF og VÍF kl 18, verður heitt á tykkum um at møta upp í góðari tíð, so móttøkan kann byrja stundusliga. Tit sum hava hug at gera viðmerkingar til samstarvsavtaluna ella á annan hátt hugsa at bera fram tykkara hugsan, eru væl komin til tað. Fyri at tíðin ikki skal gerast ov knøpp undir móttøkuni, er umráðandi at tit eru fyrireikaði so tykkara boðskapurin og hugsan annars, kann koma tíðuliga og skjótt fram.

Bussurin sum koyrir viðhaldsfólkini til dystin, leggur leiðina framvið Miðnám. Tit sum ætla at koyra við frá Miðnám, mugu siga frá í góðari tíð, fyri at tryggja at pláss er fyri tykkum í bussinum, ella um fleiri bussar skulu bíleggjast at koyra.

Viðmerkjast skal, at Vestmanna kommuna hevur lagt pláss av í høllini í Kollfirði fyri VÍF viðhaldsfólkunum, hetta fyri at fáa betur tíð til sjálva móttøkuna í Miðnámi. Bussurin koyrir framvið Miðnámi kl 17:15.