BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 24.10.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Vestmenningar vunnið talvkapping, fyri skúlaungdóm 5. fl. og eldri

Lið úr Vestmanna hevur vunnið 1. undankappingina til FM, sum var telvað í Klaksvík sunnudagin 26 apríl.

Vestmenningar endaðu javnir við Klaksvík, men vunnu umdystin 3-1, og endaðu sostatt á ovastu rók.

Hetta er onki minni enn eitt bragd, tá ið 3 av telvaranum, (Sólfríð, Sjúrður, og Alfred) øll ganga í 5. flokki, og vóru í yngra bólkinum í fjør, so hettar lovar gott fyri framtíðina.

Kappingina, tey vunnu, er frá og við 5 fl. til og við 10. fl.

Nr. 1              Vestmanna Talvfelag            11 stig
Nr. 2              Klaksvíkar Talvfelag              11 stig
Nr. 3              Havnar Telvingarfelag           10½ stig

 

 

 

 

 

 

 

Á myndini eru Sólfríð Hjørleivsdóttir, Sjúrður Olsen, Jóhann Vørmadal, Rúni Vørmadal og Aldred Olsen.