BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Vestmenningur og Fram seldir til Klaksvíkar

Sambært fjølmiðlum eru partrolararnir Vestmenningur og Fram seldir til Klaksvíkar. Hanus Hansen, stjóri í JFK, váttar, at teir hava keypt trolararnar. Vestmanna Kommuna harmast um søluna, tí fortreytirnar hjá vinnulívinum - serliga fiskivinnuni - í bygdini gerast verri. Vit vænta tó ikki, at nýggja støðan verður ein forðing fyri, at fiskavirkið letur upp aftur, men vantandi rávørugrundarlag kann gerast ein trupulleiki. Nýggju eigararnir á fiskavirkinum boðaðu fyri stuttum frá, at virkið væntandi letur uppaftur eftir summarfrítíðina, vit halda ikki, at orsøk er at ivast í hesi meting.

Vit vóna kortini, at seljari og onnur vinnulívsfólk enn hava áræði og vilja at vera partur av einum virknum og nýskapandi vinnulívi í Vestmanna. Vestmanna Kommuna kann ikki sjálv taka lut í vinnuvirksemi kommunustýrislógin forðar fyri hesum, men vit vilja fegin skapa vinnulívinum góðar karmar og góðar umstøður í samstarvi við virkisfýsnar íleggjarar.