BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 29.08.2017

VestPack er Ársins Virki 2013

30.09.2013

Vest Pack varð kosið til Ársins Virki 2013 á Vinnudegnum, sum var hildin fríggjadagin 27. september.

Vestmanna Kommuna ynskir VestPack hjartaliga tillukku við heiðrinum.

Í grundgevingini hjá dómsnevndin stendur m.a. hetta:

Úrslitini hjá Vest Pack eru prógv um, at tað eisini ber til hjá smærri fyritøkum at skapa góð úrslit við miðvíst at leggja seg eftir at gera alt eitt sindur betur hvørt einasta ár. Hetta hevur haft við sær, at ognar- og eginpeningsavkastið hjá Vest Pack er millum tey bestu í Føroyum, og tað hevur rós uppiborið.

Tað nýggja buzz-orðið innan leiðslumenning er “eksekvering”, sum einfalt merkir “tað tú gert fyri at røkka settum málum”. Og hóast leiðsla og starvsfólk í Vest Pack í dagliga virkseminum kanska ikki tosa so nógv um eksekvering, er tað m.a. hetta, sum skapar góðu úslitini hjá fyritøkuni.

Ein av styrkjunum hjá Vest Pack er fleksibilitetur í framleiðsluni, har fyritøkan kann tillaga framleiðsluna eftir føroyska marknaðinum, og t.d. kann framleiða minni nøgdir til kappingarførar prísir. Harumframt kann Vest Pack eisini framleiða skjótt, tá ordrin hevur skund.

Hetta hevur haft við sær, at tað hevur eydnast lutfalsliga lítlu fyritøkuni úr Vestmanna at klára seg í hørðu kappingini við størri fyritøkur í útlandinum. Eisini uttanlands byrja tey at fáa eyguni upp fyri fyritøkuni úr Vestmanna, og 20-25 % av søluni hjá Vest Pack er nú til kundar uttanlands.

Tað er tó framvegis á heimamarknaðinum, at Vest Pack hevur meginpartin av virkseminum. Vest Pack luttekur í “Keyp føroyskt” átakinum, sum m.a. skal vísa á, at vit hava nakrar fyritøkur í Føroyum, sum framleiða dygdarvørur til ein kappingarføran prís. Posarnir hjá Vest Pack eru eisini væl dámdir millum fólk, ikki minst í hesum døgum, tá slaktið nærkast, og vit hava brúk fyri sterkum posum til tað, sum frystast skal. Ja, vit kunnu siga, at posarnir eru líka seigir sum vestmenningarnir sjálvir.