BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Vetrarfriðing

27.05.2015

So byrjaði hon so umsíðir - vetrarfriðingin av bygdini! Byrjað er í dag at hegna sambært sáttmálanum við Fjalshaga, tvs. frá Gjónni inn til Fossá – byrjað er at hegna omanfyri tey ytstu grundstykkini á Fjalsvegi.

Hegningin skal vera liðug, áðrenn seyðurin kemur á bøin aftur í oktober mánaða, og tá skuldu hann so ikki sloppið longur inn enn til nýggja vetrarhegnið, sum nú verður uppsett.

Tó skal viðmerkjast, at kommunan helst ikki nær at seta vetrarhegnið omanfyri Fjørðin upp í ár, so helst kann seyður koma av Fjørðinum nakað út í bygdina.

Avtalað er enn ikki gjørd við Neshaga, og tí kunnu somu viðurskifti gera seg galdandi fyri seyðin hjá teimum.