BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Víðkað tilboð til frítíðarstovubørn

14.07.2015

Foreldur at børnum í 1. og 2. flokki hava javnan eftirlýst møguleikanum fyri ansing av børnunum fulla tíð í skúlafrítíðum og øðrum døgum, tá skúlin er stongdur.

Tá Frítíðarstovan letur upp aftan á summarfrítíðina, verður latið upp fyri hesum møguleika í Vestmanna. Tá fara familjurnar at fáa høvi til at fáa børnini ansað fulla tíð í heystfrítíðini, páskafrítíðini og í einar tríggjar vikur í juli mánaða, frá skúlafrítíðin byrjar og fram til, at dagstovnarnir fara í summarfrí umleið 20. juli; eins og aðrar einstakar dagar, tá skúlin er stongdur.

Um tørvur er á ansing hesi tíðarskeið, kunnu foreldrini gera avtalu við frítíðarstovuna um ansing fulla tíð, móti at goldið verður kr. 300 um vikuna afturat fasta mánaðarliga gjaldinum.