BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

VÍF fingið nýggja heimasíðu

08.02.2011

Vestmanna Ítróttarfelag hevur fingið nýggja heimasíðu. Síðan kemur at kunna VÍF-fjepparar um, hvat hendir í felagnum alt árið, tað verður seg innan hondbólt, kappróður, badminton og ymisk tiltøk felagið skipar fyri. Harumframt verður møguleiki gjøgnum Facebook at gera viðmerkingar til greinar og tíðindi.

Visiónin er, at heimasíðan verður so sjónlig sum til ber innan virksemi felagsins.

Fyri at heimasíðan skal blíva so sjónlig sum til ber, heitir felagið á fjeppararnar um at senda felagnum tilfar, so sum myndir og hugskot av ymiskum slag, alt hevur áhuga. Hevur onkur t.d. verið til ein hondbóltdyst, kappróður, badminton ella okkurt tiltak sum felagið stendur aftanfyri, so vil VÍF meiri enn fegin leggja myndir ella ein tíðindastubba út á heimasíðuna og harvið gera eitt dýrabart savn.

"Lat okkum kveikja og styrkja kensluna fyri tí gula og bláa litinum, sum út yvir landi er samleiki okkara."

Heimasíðan er her: http://www.vif.fo/