BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 30.04.2019

VÍF skipar fyri hugnakvøldið 8. mars kl. 20

28.02.2019


 

Kvinnur & menn
komið og hugnið tykkum
fríggjakvøldið 8. mars kl. 20:00
í hugnaligu hølunum
í kjallaranum í Heilsumiðstøðini


Skrá:

  • Syngið við til góðar gamlar sangir saman við Paula Magnussen
  • Sofaprát - 3 ættarlið av kvinnum (Elisabeth, Karina og Rakul) hugleiða um, hvussu tað er, og hevur verið at vera kvinna í Vestmanna seinastu árini
  • Hugnalig og lokal spurnarkapping
  • Sofaprát - Niels Pedersen og Jónálvur Andreasen hugleiða um, hvussu tað er at vera mannfólk í Vestmanna anno 2019
  • Okkurt “festligt” innslag verður
  • Kaffisøla  við onkrum góðum til góman afturvið.
    Eisini verður møguleiki at keypa sær okkurt “BIB”.
  • Café tónleikur
  • Sára Jógvansdóttir fer at leiða okkum ígjøgnum kvøldið.

 

Takið tykkum av løttum og komið og njótið løtuna saman við okkum.

Ring ella send sms til Bjørg tlf. 219099 ella til Eyð tlf. 784405.
Tað ber eisini til at melda til við at senda teldupost til bjorg@liv.fo

Atgongumerkið kostar kr. 100,- og skal gjaldast við dyrnar.