BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

VÍF skipar fyri jólaborðhaldi

30.09.2013

VÍF skipar í ár fyri felags jólaborðhaldi.
Borðhaldið verður í Ítróttarhøllini í Vestmanna leygarkvøldið 23. november 2013 kl. 19, og er ætlað øllum í nærumhvørvinum , so sum fyritøkum, kommunu, bindiklubbum, einstaklingum, ja øllum sum hava hug til eitt hugnaligt kvøld áðrenn jóla.

Til jólaborðhaldið verður matskrá við 3 rættum. Undirhaldinum stendur Jákup Veyhe fyri og Kim Hansen band stendur fyri dansinum. So ikki kann sigast annað enn, at lagt er upp fyri einum stórslignum kvøldi. 

Forsølan er byrjað. Atgongumerki kunnu keypast á heimasíðuni hjá vif.fo (trýst her). Fyllið út allar teigar og printa váttan út. Váttanin verður brúkt sum atgongumerki, tá ið komið verður til borðhaldið.
Forsølan fer eisini fram í handlunum Hjá Palla, Skivuni og Magn

Seinasta freist at keypa sær atgongumerki er 4. novembur.

VÍF vónar, at øll fara at taka væl ímóti hesum tiltakið og stuðla tí, soleiðis at hetta kann verða eitt afturvendandi tiltak.