OGNIR til sølu/leigu

Ognir í Vestmanna til sølu


BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 26.05.2020

LÝSINGAR

Stuðul til Gjáarlon
Freist 26.05.2020 kl. 12.00


VÍF skipar fyri jólaborðhaldi

09.11.2019



Aftur í ár skipar VÍF fyri felags jólaborðhaldi.

Borðhaldið verður í Ítróttarhøllini í Vestmanna leygarkvøldið 23. november kl. 19, og er ætlað øllum í nærumhvørvinum , so sum fyritøkum, kommunu, bindiklubbum, einstaklingum, ja øllum sum hava hug til eitt hugnaligt kvøld áðrenn jóla.

Til jólaborðhaldið verður vælkomstdrykkur, matskrá við 3 rættum, snapsur, kaffi og te til dessertina.
Gott undirhald verður við Jákup Dahl.
Flemming og vinmenn spæla til dans.

Afturat hesum verður tann vælumtókta plattabarrin opin, har gestirnir kunnu keypa sær drykkivørur fyri ein sámuligan prís. 

Forsølan er byrjað. Atgongumerki á 550 kr. kunnu bíleggjast við at senda teldupost til vif@vif.fo ella við at ringja á tlf. 220 887.
Gjalding fer fram við flyting á kontu 9181-380.345.9.
Seinasta freist at melda til er mánadagin 18. novemeber.