BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


VÍF skipar fyri jólaborðhaldi

10.10.2017

Jólaborð 2017
Aftur í ár skipar VÍF fyri felags jólaborðhaldi.

Borðhaldið verður í Ítróttarhøllini í Vestmanna leygarkvøldið 18. november kl. 19, og er ætlað øllum í nærumhvørvinum , so sum fyritøkum, kommunu, bindiklubbum, einstaklingum, ja øllum sum hava hug til eitt hugnaligt kvøld áðrenn jóla.

Til jólaborðhaldið verður vælkomstdrykkur, matskrá við 3 rættum, snapsur, kaffi og te til dessertina. Rasmus Magnussen er borðstjóri, og undirhaldinum stendur Jákup Veyhe fyri. Signar í Homrum spælir til dansin.

Afturat hesum verður tann vælumtókta plattabarrin opin, har gestirnir kunnu keypa sær drykkivørur fyri ein sámuligan prís. 

Forsølan er byrjað. Atgongumerki á 550 kr. kunnu keypast hjá Palla og á Magn.
Størri bólkar kunnu keypa atgongumerki við at venda sær til VÍF á tlf. 261449.