BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Vinarbýarvitjan í Ólavsvík

Regluligt vinarbýarsamstarv hevur verið millum Vestmanna Kommunu og Snæfellsbæ í fleiri ár. Tá tey vitjaðu okkum í 2007 varð avtalað, at vit fóru at vitja tey í 2009.

Farið var til Íslands 03.07., vit komu aftur 07.07. Hóast vitjanin var stutt, so kom nógv burturúr – og veðrið var av tí besta.

Kommunustjórin í Snæfellsbæ, Kristinn Jónasson tók ímóti okkum á flogvøllinum, og hann var ferðaleiðari alla vitjanina. Vitjanin byrjaði í Altinginum, har hittu vit okkara góða vin Ásbjørn Óttarsson, fyrrverandi borgarstjóra í Snæfellsbæ, hann er nú altingsmaður. Síðani varð farið til Ólavsvíkar, á vegnum vitjaðu vit ymisk ferða-vinnumál. Vitjanin í Ólavsvík var merkt av, at Ólavsvíkurvaka (bygdarveitsla) var í Ólavsvík, vit vóru tí boðin við í býlingsveitslur og til bryggjudans. Vit hugnaðu okkum nógv saman við býráðnum í Snæfellsbæ, men stundir vóru eisini til álvara, m.a. kunnaðu tey okkum um, hvussu teirra kommuna arbeiðir á tekniska økinum og umhvørvisøkinum.

Vit vitjaðu eisini aðrar bygdir í kommununi m.a. Hellisand og Rif; somuleiðis vitjaðu vit ymsar kommunalar stovnar m.a. mentanarhúsið og virksemishúsið í Ólavsvík.

Á heimleiðini vóru vit ein dag í Reykjavík, har vitjaðu vit Ráðhúsið, Hallgrímskirkjuna og nøkur søvn.

Vit eru væl nøgd við vitjanina og vóna, at góða samstarvið millum kommunurnar heldur fram, í tí sambandi buðu vit umboðum fyri Snæfellsbæ at koma á vitjan í 2011.

Niðanfyri eru nakrar myndir úr Íslandi.