BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 30.05.2017

LÝSINGAR



Vindmyllur

Vestmanna Bygdarráð samtykti á fundi 23. september niðanfyri standandi leiðreglur í samband við umsókn um uppseting av vindmyllum:

Leiðreglur fyri umsókn og uppseting av vindmyllum til húsbrúks

  1. Sambært almennu byggisamtyktini fyri Vestmanna kommunu skulu slíkar fastar konstruktiónir sum vindmyllur viðgerast sum byggimál.
  2. Vindmyllur til húsbrúks eru smáar vindmyllur, ið geva ískoytisorku til húsarhaldið og sum ikki spenna meira enn 2.00 m.
  3. Umsókn:
  4. Innan farið verður undir at seta upp vindmyllur, skal umsókn um byggiloyvi sendast kommununum.
    Umsóknin skal innihalda:

    • Støðumynd við mátum og staðseting á grundstykki og fjarstøðu til nærmastu grannamørk og grannabygningar
    • Fráleiki til almenn øki so sum vegir, fríøki og tílíkt.
    • Skjalprógv fyri, at myllan lýkur ásettar óljóðstreytir.
    • Frágreiðing um hvussu myllan er fest og skjalprógv fyri, hvussu nógvan vind myllan tolir.
    • Farast kann ikki undir uppseting av myllu, fyrr enn skrivligt loyvi er fingið til vega frá kommununi.
  5. Krøv:
    Krøvini til einstøku myllurnar

    • Breidd: Veingjabreiðið (diametur) kann í mesta lagi verða 2.00 m.
    • Hædd: Mest loyvda hæddin er 12,5m, mátað frá fundamenti til hægsta punkt á mylluni. Hæddin upp til lægsta punkt á veingja-breiðinum skal verða minst 4 m.
    • Frástøða til nærmastu grannahús skal í minsta lagi verða 15 m, og til grannamark skal frástøðan í minsta lagi verða 10[1] m.  Myllan skal undir øllum umstøðum standa nærri húsið, ið fær orku frá mylluni, enn grannahúsum. Øll mát eru í vatnrættari linju.
    • Óljóðstreytir:
    • Óljóðið frá vindmylluni má ikki verða størri enn 40 dBA við eini vindmegi uppá 8 m/s, mátað á grannaognini
    • Onnur krøv:
    • Sjálv vindmyllan skal ikki víkja avgerandi frá hæddini av øðrum konstruktiónum í umráðnum.
      Vindmyllan skal hava eina flatu, sum í minst møguligan mun kastar aftur ljós, helst hvítligan ella gráan lit.
    • Treytirnar eru tær somu fyri vindmyllur, sum verða settar uppá hús.
  6. Varnast kommunan, ella verður kommunan av øðrum gjørd varug við, at vindmyllan ikki lýkur ásetingarnar omanfyri, kann kommunan krevja at vindmyllan fyribils verður steðga. Verða viðurskiftini ikki fingin í rætt-lag, kann kommunan krevja, at vindmyllan verður tikin niður.
  7. Vestmanna kommuna kann undir ongum umstøðum ábyrgjast fyri skaða av vindmylluni, sum kann standast á persón ella ogn hjá øðrum.

 

Samtykt av Vestmanna Bygdarráð tann 23. september 2008.

 

 


 

 

[1]Tá talan er um óbygda grannaogn, verður støða til fráleikan í hvørjum einstøkum føri.