BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Vísindavøka á ferð - fyrilestrar á Fiskivinnuskúlanum

12.09.2016



Aftur í ár skipa Granskingarráðið og granskingarstovnarnir fyri Vísindavøku.

Á øðrum sinni fara vit at skipa fyri Vísindavøku á ferð. Vit hava boðið stovnum, fyritøkum, skúlum, feløgum o.ø. at bíleggja ein granskara at koma at halda fyrilestur uttan kostnað.Fleiri enn 50 fyrilestrar verða kring alt landið. 

Sjálv Vísindavøkan verður fríggjadagin 30. september í Perluni og Reinsarínum. Endamálið er at kveikja áhugan fyri gransking og vísa, hvat fyri ferst á granskingarøkinum. 

Nógv spennandi tiltøk verða til allar sansir. Framsýningar, stuttar framløgur um ymisk evni, spurnakappingar og samvirkin tiltøk, har tey vitjandi sleppa at síggja, nerta við, spyrja og hoyra um gransking. Í ár verða æll hesi tiltøk skipað kring frumevnini luft, jørð, eld og vatn.

Vísindavøkan er opin fyri øll, tó at tað krevst tilmelding til fyrilestrarnar fyrrapartin, sum serliga eru ætlaðir miðnamsskúlanæmingum.

Tiltøkini verða frá kl. 8 á morgni og til kl. 15.00, tá tað verður steðgur. Byrjað verður aftur kl. 17.30 og hildið verður fram til á leið kl.22.30

Øll tiltøk eru ókeypis.

Fyrilestrar á Fiskivinnuskúlanum:

Fyiskivinnuskúlin hevur fingið nakrar fyrilestrar í samband við "Vísindvøkuna á ferð 2016" (Meir fæst at vita um tiltakið á www.gransking.fo). Fyrilestrarnir verða hildnir í Auditorium á Fiskivinnuskúlanum.

 Fyrilestrarnir eru hesir:

 22. september

8.45 Fiskivinnuskúlin í Vestmanna

Jarðvísindini handan oljuleiting; fyrireikingar til komandi oljuleitingarútbjóðingarumfør

Heri Ziska, Jarðfeingi

29. september

9.00 Fiskivinnuskúlin í Vestmanna

Gransking og skrásetingar í seyðahaldi í Føroyum

Rólvur Djurhuus, Búnaðarstovan

10.00 Fiskivinnuskúlin í Vestmanna

Æti og yngul á føroyska landgrunninum

Sólva Jacobsen, Havstovan

11.00 Fiskivinnuskúlin í Vestmanna (avlýstur vegna forfall)

Føroyar sum arktiskt øki

Jim á Horni, Jarðfeingi