Vit syngja jólini inn hóskvøldið 11. des. kl. 20

Aftur í ár fer Vestmanna Sangkór at stíla fyri jóla sangløtu í Kirkjuni í Vestmanna.
Hóskvøldið 11. dec kl. 20.00 fer kórið saman við nýggja kórleiðaranum, Ann-Kristin D. Hansen, musikklærara, og Ingu Poulsen Dam presti, at syngja jólini inn.

Á skránni verða vælkendu jólasangirnir og eisini aðrir, ið eru minni kendir her um leiðir, men tó kendir í sínum upprunalandi, orgultónleikur og andakt.

Hjartaliga vælkomin