William Heinesen tiltak í Vektarbúðini týskvøldið 8. juli

01.07.2014

Týskvøldið 8. juli kl. 20 verður áhugavert William Heinesen tiltak í Vektarbúðini við heitinum "Syndefaldet - en historie om et virkelig godt menneske".

Talan er um frásøgn eftir William Heinesen, framborin av sjónleikarinnunum Maritu Dalsgaard og Gunnvá Zachariasen við livandi tónleiki eftir Tine Surel Lange. Til ber at lesa meira um framførsluna niðanfyri.

Atgongumerki á 160 kr. verða seld í forsølu á Kommunuskrivstovuni, tlf. 770 100.

***

Kvinnuligur Don Juan
Í Syndefaldet hitta vit nakað so sjálvsamt sum eina kvinnuligan Don Juan, tølara Varme Fanny. Søgan ferð fram í Havnini í 30’unum.

Syndefaldet - en historie om et virkelig godt menneske, er ein av teimum meira dramatisku stuttsøgunum hjá Williammi Heinesen. Hon snýr eg um avleiðingarnar, tá ið menn í heila tikið, og serliga ein ávísur maður, Stærke Johan, geva seg yvir til sína tráan eftir Varme Fanny.

Fanny verður rópt Varme Fanny, tí hon ansar hitanum í einum fiskaturkihúsi um náttina - og so tí at hon er heit. Fanny er glóðheit. Hon virkar sum ein magnetur uppá menn. Ein fyri og annar eftir tølast teir av henni.

Hevur ein maður einaferð verið fyri erotiskum uppmerksemi frá Fanny, vendist ikki aftur.

Hart raktur er Stærke Johan. Hann smeltar í hitanum hjá Fanny og løtan saman við henni gongur ikki frá honum aftur. Tað gongur innan í honum. Ein harður bardagi millum tað moralskt puritanska og tað njótandi. Skuldarkenslan berjist við erotiska hugin. Hann er um at støkka av um miðjuna av tvídrátti millum skuld og loyalitet, mótvegis konu og vini, og so sín egna longsul eftir njóting, vanda og yvirgevilsi í føvninginum hjá Fanny. 

Avleiðingarnar av samveruni hjá Johan og Fanny eru lagnutungar. Gomul hjúnar- og vinaløg koma undir trýst og lítla Havnin verður merkt av tungum, spælandi dragandi erossi, samgráti, vitloysi og deyða. 

William Heinesen er eitt av føroya bestu frásøgufólkum. Syndefaldet er søgd í hansara eyðkendu stíllegu. Stemmningsfult, humoristiskt, loyndarfult, sorgblítt og næsvíst. Myndberu- og málsliga í serflokki. Henda søgan, um syndafallið og tað virkuliga góða menniskja, lýsur av kærleika til menniskja, viti og poesi. 

Hoyrnin í miðjuni - tekstur, tónleikur og sinnismyndir
Tað eru sjónleikarinnurnar Marita Dalsgaard og Gunnvá Zachariasen, sum siga frá søguni, afturvið hevur Tine Surel Lange, sum er tónaskald úr norðurnorra, skriva ljóðalandsløg og tónleik fyri teldu, cello og cello á teldu.

Marita og Gunnvá hava fyrr tulkað tekstir hjá William Heinesen við kropsligari ekspressionismu og teatralskum myndum. 

Hesaferð er tað hoyrnin sum er í miðjuni. Teksturin, tónleikurin og myndirnar í sinninum á áskoðararnum.

Søgan verður søgd á donskum og er tí eisini vælegnað til ferðafólk, sum duga danskt.