X-Factor á Bátastevnuni í Vestmanna

23.04.2015

X-Factor á Bátastevnuni í Vestmanna

Nú ber til at uppliva X-Factor finaluna av nýggjum á havnalagnum í Vestmanna.

Emilie Esther, sum gjørdist vinnari av X-Factor 2015 og  Jógvan Joensen sum gjørdist nr. 2, koma at framføra í stóra tjaldinum á Bátastevnuni fríggjadagin hin 15. mai.

Jógvan, sum gjørdist víðakendur í Danmark, hevur verið nógv frammi síðan X-Factor. Vinnarin av kappingini, Emilie Esther, er í løtuni á rundferð í USA. Eftir hetta leggja báðir finalistarnir leiðina til Vestmanna, har høvi verður at enduruppliva  X-Factor finaluna 2015 “live”.

Les meira á um Bátastevnuna á www.bs.fo

Sí plakat her.