Arbeiði á Leitisvegi

SEV fer í næstum undir kaðalarbeiði á Leitisvegi – byrjað verður ætlandi týsdagin. Í fyrstu syftu verður arbeitt ímillum Leitisveg 9 og 13. Ætlanin er ikki at steingja vegin, men verður hetta neyðugt í løtum, verða jarnplátur tøkar til at leggja útyvir grevsturin, so neyðsendarakfør kunnu koyra eftir vegnum.

Gøtuljós

Boðast skal frá, at skamlop hevur verið í gøtuljósskipanini. Hetta ger, at partur av gøtuljósunum í ytra parti av Toftavegi, Bøgøtu og parti av Bakkavegi ikki lýsa. Arbeitt verður við at loysa trupulleikan, men væntast kann ikki, at gøtuljósini koma at lýsa aftur í kvøld – kanska í besta føri í annaðkvøld.

Týning av skøru

Vestmanna Kommuna fer í næstum at halda áfram við at týna skøru. Í hesum sambandi verður heitt á íbúgvar í kommununi um at boða frá, hvar skøra er, soleiðis at týningin gerst so munadygg sum gjørligt. Boðast kann frá á tlf. 770100 ella 770122. Sí nærri kunning frá Umhvørvisstovuni um skøru her.