Skúrar við bátahylin

Vestmanna Kommuna hevur javnan fingið fyrispurningar frá áhugaðum um møguleikan fyri at byggja skúrar við bátahylin. Fyri at tey áhugaðu ikki hvør í sínum lagi skuldu fara undir at byggja skúrar  í ymsum sniðum, varð støða tikin til, at kommunan skuldi samskipa arbeiðið. Avgjørt varð, at tann eini skúrurin – tann innasti – skuldi gerast…

Vatnveitingin

Í næstum verða rørini og UV-rørskipanin á vatnreinsiverkinum skift út. Hetta kann koma at ávirka vatnveitingina, sum av og á kann gerast óreglulig. Arbeiðið væntast at vara uml. 4 vikur, tvs. til uml. hálvan mars.

Orkuskipanir

Vestmanna Kommuna er farin undir at umleggja orkuskipanirnar í bygningum hjá kommununi. Heilsumiðstøðin fekk jarðhitaskipan, tá hon varð bygd fyri nøkrum árum síðani, og í samband við uppíbygging í kommunuskrivstovuna, varð orkuskipanin broytt til jarðhitaskipan. Í heilsumiðstøðini var einki at samanlíkna við, men tá nú orkiskipanin í kommunuskrivstovuni fyrr í ár varð broytt frá oljufýrdari…

Turkihúsið

Mint verður á, at Í næstum verður farið undir at taka Turkihúsið niður – helst um hálvan november. Tey, sum eiga lutir í Turkihúsinum, verða biðin um at beina hesar burtur, áðrenn arbeiðið byrjar. Annars verða lutirnir beindir burtur saman við húsinum. Húsið stendur opið, so tað slepst inn eftir møguligum lutum.

Breiðking av Niðara Vegi

Arbeiðið at breiðka Niðara Veg – frá nr. 61 út ímóti 55 – byrjar fyrsta dagin. Neyðugt verður at steingja vegin, meðan arbeitt verður. Víst verður til Ovara Veg. Tó sleppur tung ferðsla eftir Niðara Vegi. Eftir arbeiðstíð og í vikuskiftunum verður koyrandi eftir Niðara Vegi sum vanligt.

Átak um rottu

Umhvørvisstovan fer nú í holt við eina rottu-kampanju. Umhvørvisstovan hevur gjørt nakrar filmar, sum gera vart við ymiskt viðvíkjandi rottu – fráboðanarskyldu, týdningin av at ansa serliga væl eftir flutningi til rottufrí øki og annað. Filmarnir eru nokkso skemtiliga gjørdir, og fara allarhelst at fáa nógvar hyggjarar! Filmarnar verða eisini vístir á sosialum miðlum og…