1. mai hald í Vestmanna

Georg F. Hansen og Mary Antonsdóttir røða 1. mai í Vestmanna Leygardagin kl. 16 verður 1. Mai-hald á Reyða torginum í Vestmanna. Røðarar verða Georg F Hansen, formaður Føroya Arbeiðarafelags, og Mary Antonsdóttir, forkvinna Heilsuhjálparafelag Føroya.Vestmanna Hornorkestur spælir Internationala og Tjóðsangin. Fundarleiðari verður Páll Hellu, formaður Vestmanna Arbeiðarafelags. Ljóðtøkni skipar Pauli Magnussen á Staðnum.Eftir fundin…

veks bumerki

Leys størv í Heimatænastuni VEKS

Leys størv í Heimatænastuni í VEKS Hesi størv eru leys at søkja til: Heimið á Grønanesi í Vestmanna, sum eisini fevnir um útiøkið í Vestmanna- og Kvívíkar Kommunu. Røktarheimið á Mørkini í Streymnesi, sum eisini fevnir um útiøkið á Streymoynni við Sundalagið. Korndalsbýlið á Eiði, sum eisini fevnir um útiøkið á Eysturoynni við Sundalagið og…

Hugsa um umhvørvið á jólum og nýggjárinum

Pappeskjur, gávupappír, ljósketur, perur, battarí og ikki at gloyma fýrverk. Við jólahøgtíðini og nýggjárinum fylgir sera nógv burturkast, ið ikki eigur at fara sama veg sum vanliga húsarhaldsburturkastið. Hugsa um hvat kann fara í hvíta og reyða posan hjá IRF, og hvat kann koyrast á endurnýtsluplássið. Á tann hátt kanst tú geva umhvørvinum eina gávu,…

Vestmanna Kirkja – nýggj áhugaverd bók

Vestmanna kirkja – nýggj áhugaverd bók Bókin greiðir frá øllum staklutum í nýggju umvælingini, frá hátíðarløtum í kirkjuni, frá teimum mongu, ið hava tænt kirkjuni væl og eyðvitað við fullfíggjaðum yvirliti yvir jarðarferðir, so hon samstundis eisini er forvitnislig kelda hjá teimum mongu, ið dagliga práta um ætt og skyldfólk. Navnalisti er eisini í bókini.…

Jólakonsert í Vestmanna Kirkju 12. desember

Vestmanna sangkór og Vestmanna barnakór bjóða øllum til hugnaliga jólakonsertí kirkjuni leygardagin 12. desember 2020 kl. 19:00. Kórini syngja vælkendar jólasangir, og okkurt vælkent er latið í nýggjan ham. Í Vestmanna sangkóri fegnast tey um at syngja við fleiri nýggjum kórlimum, sum eru komin aftrat í ár. Vestmanna barnakór kemur at syngja við glaðum og…

Jólasøla í Krambúðini

Aftur í ár skipar Norðstreymoyar heimavirkisfelag fyri jólasølu í Krambúðini í Vestmanna. Sum vant lata vit upp eftir at jólatræið í Vestmanna er tendrað. Tað er sera dygdargóð og fjølbroytt vøra til keyps, ið limir felagsins hava virkað. Eisini ber til at keypa kaffi og te við onkrum afturvið. Soleiðis er Krambúðin opin jólamánaðin: Fríggjadag…

Burturbeining av leivdum frá fletting

Visti tú, at leivdir frá fletting dálka sera illa? IRF fær nógvar fullar vembur inn at brenna, og tað viðførir dálkandi útlát frá skorsteininum. Tí er sera týdningarmikið at tøma vemburnar, áðrenn tær verða koyrdar burtur. Eitt tað mest dálkandi at brenna hjá IRF eru seyðaskinn. Av hesi orsøk verður heitt á fólk at lata…

Koppseting móti lungnabruna

Frá 1. august 2020 kunnu øll, sum hava fylt 65 ár og onnur í ávísum vandabólkum, verða koppsett ókeypis ímóti pneumokokkbakteriuni, sum kann elva til hættisligan lungnabruna. Koppsetingin fer fram hjá egnum kommunulækna. Tilboðið um ókeypis koppseting verður veitt øllum persónum, sum hava fylt 65 ár; persónum, yngri enn 65 ár, sum eru í serligum…