Influensukoppseting av børnum 2-6 ár

Nú er møguligt hjá børnum millum 2-6 ár, at fáa koppseting móti influenzu. Koppsetingin er eitt nasapístr í hvønn nasaglugga, og skal endurtakast eftir 4 vikum. Koppsetingin er ókeypis. Vit vilja hervið eisini minna á, at enn er møguligt hjá eldri borgarum at fáa koppseting móti influenzu. Tíð kann fáast við at skriva á minlaekni.fo…

Frítíðarstovan stongd hósdagin og fríggjadagin

Vegna koronastøðuna, er frítíðarstovan stongd hósdagin 18. november og fríggjadagin 19. november 2021. Vestmanna Skúli hevur sett fyribyrgjandi mannagongdir í verk. Ein liður í hesum er at flokkarnir ikki verða blandaðir saman. Í Frítíðarskúlanum er tað ikki er gjørligt at fylgja hesi ætlan. Vit meta tí, at tað er mest ráðiligt, at steingja í nakrar…

Kirkjuráðsvalið 2021

Kirkjuráðsval var í gjár 2. november 2021 og vóru hesi fólk vald í Vestmanna Kirkjuráð: Jóan Magnus Olsen Tordis Nielsen Finngerð Egilsnes Debes Eyðun Leo Sveinbjørn Poulsen Sofus Johannesen Páll Hellu Eykalimir vera: Eydna á Rógvi Simonsen og Bjarta á Rógvi Isaksen.

Kirkjuráðsval í Vestmanna týsdagin 2. november 2021

Kirkjuráðsval í Vestmanna Týsdagin 2. november 2021 verður kirkjuráðsval. Í Vestmanna fer valið fram í Vestmanna Kirkju. Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10.00 og heldur fram til kl. 20.00 – ella so leingi veljarar møta uttan steðg.   Brævatkvøður Veljarar, ið verða burturstaddir valdagin ella á annan hátt lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu í seinasta…

veks bumerki

Leys størv á Grønanesi – freist 15. okt.

Leys størv í Heimatænastuni í VEKS Hesi størv eru leys at søkja til Heimið á Grønanesi í Vestmanna, sum eisini fevnir um útiøkið í Vestmanna- og Kvívíkar Kommunu. Føst størv: ·         Sjúkrarøktarfrøðingur, brøk 0,8. ·         Heilsurøktari, brøk 0,7. ·         Heilsuhjálpari, brøk 0,7. Byrjanardagur skjótast gjørligt ella eftir avtalu. Farloyvisstørv: ·         Sjúkrarøktarfrøðingur, brøk 0,8 frá 01.11.2021…

Burturbeining av leivdum frá fletting

Burturbeining av leivdum frá fletting Visti tú, at leivdir frá fletting dálka sera illa? IRF fær nógvar fullar vembur inn at brenna, og tað viðførir dálkandi útlát frá skorsteininum. Tí er sera týdningarmikið at tøma vemburnar, áðrenn tær verða koyrdar burtur. Eitt tað mest dálkandi at brenna hjá IRF eru seyðaskinn. Av hesi orsøk verður…