Gøtuljós
Brek er á veitingini til gøtuljósini á ovara vegi, Fjalsvegi og einum parti av Hallarvegi. EL-NET arbeiðir við at rætta brekið skjótast gjørligt. Vónandi er trupulleikin loystur í seinasta lagi í morgin, týsdag 25.01.23.
Brek er á veitingini til gøtuljósini á ovara vegi, Fjalsvegi og einum parti av Hallarvegi. EL-NET arbeiðir við at rætta brekið skjótast gjørligt. Vónandi er trupulleikin loystur í seinasta lagi í morgin, týsdag 25.01.23.
Hesi størv eru leys at søkja: 3 heilsuhjálparar til Heimið á Grønanesi, at arbeiða í dag- og kvøldvaktum, annaðhvørt vikuskifti, bæði á Heiminum á Grønanesi og úti í heimatænastuni, brøk 0,8 ella eftir avtalu, at byrja skjótast gjørligt. 2 heilsuhjálparar til Korndalsbýlið, at arbeiða í blandaðum vaktum, annaðhvørt vikuskifti, bæði á Korndalsbýlinum og úti í…
Streymoyar Sýsla bjóðar inn til fund, sí niðanfyristandandi skriv frá Kristjan Martin Joensen, sýslumaður. Tey sum ikki hava høvi at luttaka á fundinum, men ynskja at bera fram síni sjónarmið skrivliga, kunna senda sýslumanninum hesi, umvegis bræv ella teldupost: Húsagøta 3 Postboks 3018 FO-100 Tórshavn Teldupost: kjo002@politi.d
Vegna veður var ongin innsavning av húsarhaldsposum í gjár. Um til ber, verða posarnir heintaðir í dag.
Søkt verður eftir bókhaldara/skrivstovufólki til fyrisitingina hjá Heimatænastuni í VEKS. Starvsbrøkurin er 1,0 og byrjanardagur er eftir avtalu. Arbeiði umfatar: bókhald kontering debitor- og kreditor stýring fíggjarligar rapporteringar framleiðlsa av hagtølum Harumframt er eisini talan um vanligt skrivstovuarbeiði , so sum samskifti, journalisering, røkt av heimasíðu v.m. Vit sóknast eftir fólki sum hevur…
Í dag vóru vit á kommunuskrivstovuni so heppin at fáa vitjan av fittu børnunum í barnagarðsstovuni Keldan. Í fundarhølinum ótu tey matpakka og fingu saft og frugtspjót. Aftaná hugnaðu børnini sær saman við borgarstjóranum, sum vísti teimum runt í bygninginum. Fitta takkarkortið hava tey sjálvi gjørt.
Søkt verður eftir 3 heilsurøktarum til Heimatænatuna í VEKS, at seta skjótast tilber Talan er um trý spennandi størv, har tú at arbeiðir við heilsurøkt og verður upplærd í av veita sjúkrarøkt. Tú arbeiðir í toymi saman við sjúkrarøktarfrøðingi, øðrum heilsurøktarum, ergoterapeuti og demenssamskipara. Starvsbrøkur 1,0 – ella eftir avtalu. Starvið er í blandaðum…
Á dagstovnaøkinum i Vestmanna hava vit heimsins bestu starvsfelagar, har tað er høgt til lofta og vítt til veggja. Vestmanna Kommuna søkir eftir varaleiðara til okkara serstaka stovnsøkið at arbeiða 35-40 tímar um vikuna i føstum starvi, at byrja 1. februar 2023, ella skjótast gjørligt aftaná. Hevur tú hug at vera partur av…
Í morgin, fríggjakvøldið 16. desember kl. 20:30, verður Jólakonsert við Jasmin Nær: Fríggjakvøld 16. desember, kl. 20:30 Hvar: Krambúðin í Vestmanna Sí tiltak í kalendaranum: Jasmin Moté – Jólakonsert Jasmin Moté syngur og Vinjar Egilsnes Petersen spælir klaver.
Hesi størv eru leys at søkja til Heimatænastuna í VEKS: Søkt verður eftir heilsuhjálparum og- ella ófaklærdum hjálparfólkum Starvsbrøkur eftir avtalu; byrjanardagur eftir nærri avtalu. Førleikar / krøv: Vit sóknast eftir fólki sum m.a. hava: viðkomandi útbúgving og/ella hava áhuga fyri at virka- og menna eldraøkið. jaligan hugburð til virksemið og sosiala…