Størv leys at søkja

Hesi størv hjá Vestmanna Kommunu eru leys at søkja: Arbeiðsfólk til fríðkanartoymið  Søkt verður eftir arbeiðsfólki til fríðkanartoymið hjá Vestmanna Kommunu at byrja skjótast til ber. Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.: • fríðkan av gøtum og øðrum kommunalum økjum • gróðurseting og sláing av almennum økjum Trýst her fyri at lesa meira   Handverkari til Vestmanna Kommunu…

Nýggja bygdarráðið skipað

Nývalda bygdarráðið, sum tekur við 1. januar 2021 hevur skipað seg soleiðis: Borgarstjóri: Pauli T. Petersen Varaborgarstjóri: Bjørg á Rógvi Fíggjarnevndin Pauli T. Petersen, formaður, Ingi Olsen, Laila Haldansen Tekniska nevnd Bjørg á Rógvi, forkvinna, Anja Haldansen, Sára Jógvansdóttir Trivnaðar- og umhvørvisnevndin Sára Jógvansdóttir, forkvinna, Bjørg á Rógvi, Eyðun Hansen Mentanarnevndin Laila Haldansen, forkvinna, Bjørg…

Jól í Vestmanna

Fram til jóla eru nógv tiltøk í Vestmanna, sum vit kunnu gleða okkum til. Øll tiltøkini taka atlit til korona tilmælini og fyriskipararnir taka fyrivarni fyri møguligum broytingum, orsaka av møguliga hærdum korona tilmælum. Fleiri tiltøk verða løgd afturat skránni so hvørt.   Fr. 27. nov. kl. 17.00 Jólatræið verður tendrað Sára Jógvansdóttir, komandi bygdarráðslimur,…

Jólatræið verður tendrað 27. november

Jólatræið í Vestmanna verður tendrað fríggjadagin 27. november 2020 kl. 17.00. Sára Jógvansdóttir, komandi bygdarráðslimur, heldur røðu, og Magni Christiansen framførir nakrar jólasangir. Jólamenninir koma við pakkum til børnini, og aftaná verður boðið til kakao og bollar uttan fyri Staðið. Tá ið haldið á Torginum er liðugt, letur jólasølan í Krambúðini upp.   Vestmanna Kommuna

Nógvur vindur

Nú boðað verður frá nógvum vindi um vikuskiftið, heita vit á allar borgarar og fyritøkur í kommununi um at beina burtur ella tryggja leysar lutir, byggitilfar o.a., so tað ikki elvir til skaðar.

Foreldraumboð vald í skúlastýrið

Val til skúlastýrið var 10. november 2020. Á valinum skuldu trý foreldraumboð veljast. Valdu foreldraumboðini eru hesi: Jona Seloy, 81 atkvøður Jóhan Óli Muller, 41 atkvøður Fríðun Vestergaard, 25 atkvøður. 250 fólk høvdu valrætt, og valluttøkan var 161, svarandi til 64,4%. Fýra stillaðu upp til skúlastýrisvalið og atkvøðurnar fullu soleiðis: Jona Seloy, 81 atkvøður Jóhan…

Pauli Trond Petersen heldur fram sum borgarstjóri

Nývalda bygdarráðið í Vestmanna Kommunu skipaði seg í gjárkvøldið. Pauli Trond Petersen verður borgarstjóri og Bjørg á Rógvi verður varaborgarstjóri. Pauli var fyrstu ferð valdur í bygdarráðið í 2005, og hevur hann sostatt sitið í Vestmanna Bygdarráðið í 16 ár; seinastu 8 árini sum borgarstjóri. Á kommunuvalinum 10. november 2020 var Pauli Trond Petersen toppskorari…

Hesi manna Vestmanna bygdarráð næstu fýra árini

Fýra sitandi kommunustýrislimir skulu, saman við trimum nývaldum limum, manna Vestmanna Bygdarráð næstu fýra árini. Tey valdu eru: Pauli Trond Petersen, afturvaldur við 248 atkvøðum, Bjørg á Rógvi, nývald við 140 atkvøðum, Sára Jógvansdóttir, nývald við 96 atkvøðum, Eyðun Hansen, afturvaldur við 68 atkvøðum, Laila Haldansen, afturvald við 59 atkvøðum, Anja Haldansen, nývald við 56…

Spurningar til valevnini

Í kvøld, tá ið valfundurin verður á Staðnum FM 101.0, verður høvi hjá lurtarunum at senda inn spurningar. Tit kunnu seta spurningar við at senda sms-boð á tlf. 770 109 ella senda Messenger-boð til Vestmanna Kommunu. Vestmanna-listin