Felagssangur á Staðnum FM

Allan mai mánað skuldu vit hugna okkum saman við rørslutiltøkum av alskins slag. Eisini vóru hugnalig tónleikatiltøk á skránni. Men so tók ólukku Korona aftur dik á seg, so vit máttu avlýsa tiltøkini restina av mánaðinum. Tíbetur fær Korona ikki steðga øllum, tí vit eiga jú kreativ fólk og harafturat eisini Staðið FM. So vit…

Korona – tiltøk avlýst

Nú koronasmittan ger um seg aftur, og smitta eisini er staðfest í Vestmanna, er avgjørt at avlýsa øll almenn tiltøk hesa vikuna. Tvs. at tiltøkini í sambandi við Rørslureikanina eru avlýst og eisini verður Staðið stongt alla vikuna.

Skrá til bygdarráðsfundin 02.06.2021

Almennur bygdarráðsfundur verður mikukvøldið 2. juni 2021, kl. 19.00 á Kommunuskrivstovuni.   Dagsskrá: Mál 23 Tilmæli frá Teknisku nevnd um umsókn frá Dánjal Jákup Andreasen um umskipan uttangarðs ímillum ogn hansara matr. nr. 164a og matr. nr. 10a hjá Jákup á Rógvi.   Mál 24 Tilmæli frá Trivnaðar- og umhvørvisnevndini um at strika gjald á…

Málningaframsýning

Herit Magnussen hevur málningaframsýning í handlinum hjá Sigurd og Elsu á Heygum (Ovari Vegur 3, Vestmanna) í døgunum 28, 29, 30 mai. Opið er soleiðis: Fríggjadagin 28/5, 17.00-20.00 (fernisering). Leygardagin 29/5, 14.00-20.00. Sunnudagin 30/5, 14.00-17.00. GG: Tilmælini um frástøðu verða hildin.

Blómu-/geleprent á Vestmanna Bókasavni

Fýra verkstovur í mai og juni fyri 14 – 100 ára gomul. 18. mai kl. 15 – 17. Fýra pláss 25. mai kl 15 – 17. Fýra pláss 1. juni kl. 15 – 17. Fýra pláss 3.juni kl. 15 – 17. Fýra pláss Verkstovurnar er ætlaðar byrjarum. Á verkstovunum arbeiða vit við at prenta blómur…

Bøgarðar og hegn í seyðahøgum standi

Í seinasta lagi 14. mai skulu garðar og hegn í Vestmanna Kommunu verða í seyðahøgum standi. Hegn og bøgarðar skulu vera so mikið høgir, at seyður ikki leypur innum. Vanligt var at siga, at hæddin skuldi vera upp undir hondina á einum vaksnum manni. Seyðurin skal eftir hetta vera uttangarðs. Antin skal seyðurin út í…

KVONN – konsert á Bryggjuni 16. mai kl. 16.00

Í samband við Summatónar í ár fer bólkurin KVONN at hava konsert á Bryggjuni í Vestmanna sunnudagin 16. mai kl.16. Bólkurin Kvonn er mannaður við so matum tónleikarum sum: Angelika Nielsen (violin), Sharon Weiss (recorder), Ívar Bærentsen (mandolin, guitar), Kristian Blak (piano), Mikael Blak (bass). Les meira um bólkin her: https://www.kristianblak.com/kvonn Atgongumerki á 50 kr.…

Starvslýsing: Leiðari fyri dagstovnaøkið í Vestmanna Kommunu

Søkt verður eftir leiðara til dagstovnaøkið í Vestmanna kommunu at byrja 16. august 2021 ella sambært avtalu. Leiðarin kemur at hava ábyrgdina av Gjáarlon, Látipípuni og Frítíðarstovuni, ið eru stovnar við børnum frá 1-ára aldri og til børn, ið ganga í 3. flokki. Stovnarnir eru grønir stovnar við góðum innan- og uttandura umstøðum, har vit…