Rørslureikan

Vestmanna kommuna hevur sett sær fyri, at heilsan hjá borgarum skal raðfestast hægri í mai. Allan mai mánað verða tiltøk á skránni, har dentur verður lagdur á bæði likamligu og sálarligu heilsuna hjá borgarum í Vestmanna, og tað er borgarin, sum sjálvur ger av, hvussu virkin og hvørji av tiltøkunum og heilsutilboðunum passar viðkomandi best.…

Closed for maintenance í Vestmanna

Seinasta vikuskiftið 23. og 24. apríl var Closed For Maintenance tiltakið í Vestmanna, har vit eftirhugdu varðagøtuna til Hvalvíkar og vegin til Saksunar. Við vóru 16 fólk, bæði úr Vestmanna og aðrastaðni í Føroyum. Dagurin byrjaði á Disvoy við morgunmati, har greitt bleiv frá dagsins gerningi. Síðan fingu vit matpakka og okkurt drekkandi við í…

Niðari Vegur stongdur í dag

GG: Vegurin er opin aftur. Vegna vegarbeiði verður Niðari Vegur stongdur fyri gjøgnumkoyring í dag, mikudagin 28. apríl 2021. Vegurin verður stongdur, til arbeiðið er liðugt. Arbeitt verður á Fitjum, so vegurin er opin uttanífrá inn til Seglhúsið.

Flaggdagsrøðan hjá Ingilín Didriksen Strøm

Nær ella fjart, ert tú sál míni kært   Luftin, tá vit koma út úr flogfarinum í Vágum aftaná eina langa feriu. Angin av nýbakaðum breyði, tá tú kemur inn í gongina hjá ommu. Klemmi frá børnunum, tá tú heintar tey í barnagarðinum eftir ein langan arbeiðsdag. Hendurnar í svalligu moldini. Nýsligin bøur. Regnið, ið…

Skrá til bygdarráðsfundin 28.04.2021

Almennur bygdarráðsfundur verður mikukvøldið 28. apríl 2021, kl. 19.00 á Kommunuskrivstovuni.   Dagsskrá: Mál 22 Mál frá Fíggjarnevndini um Økið á Fitjum kring standmyndinina av Ólavi á Heygum J.nr. 2000002-14-2020   Vestmanna, 22. apríl 2021 Pauli T. Petersen, borgarstjóri    

Barnabati: Fyrilestur um relatiónsførleikar og týdningin av yrkisliga samskiftinum

Ugur Kevioglu, ICDP lærari fyri Barnabata, arbeiðir við at skapa betri trivna í føroysku skúlunum. Tað ger hann millum annað gjøgnum sokallaða ICDP – háttin, sum hann við jøvnum millumbili undirvísir lærarum og námsfrøðingum í, og sum hann í næstum fer at halda fyrilestur um kring landið. ICDP er ein granskingargrundað ástøðilig tilgongd, ið arbeiðir…

Flaggdagshaldið 2021

Flaggdagshald verður uttan fyri Miðhøllina flaggdagin 25. apríl kl. 15.00. Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna, heldur røðu. Aftaná hevur Vestmanna Kvøldskúli framsýning av handaligum arbeiði í Auluni. Eisini er søluframsýning av glaslist. Innkomni peningurin verður brúktur til tilfar og útgerð til undirvísingina í glaslist. Øll eru vælkomin til drekkamunn í Miðhøllini.   Vestmanna Kommuna

Válan í Vestmanna – broyting í skránni

Nú styttist, til vit øll fara at vála. Fyrireikingarnar eru um at koma undir land, og vit gleða okkum til at síggja tykkum øll. Lív og Tróndur hevur verið noydd at geva avboð vegna forfall. Í teirra stað koma Lea Kampmann og Vinjar Egilsnes Petersen. Konsertirnar byrja stundisliga og varða umleið 30-40 min hvør. Raðfylgjan…

Rokkur í Vestmanna 11. sept. 2021

Í samband við Vestmannadagarnar, ið vera í døgunum 6. til 12. september verður stór rokkkonsert leygarkvøldið 11. september. Talan er nevnliga um eina konsert við føroysku Hamradun og Deiggj, umframt kenda íslendska bólkinum Dúndurfréttir. Hamradun fer við sínum serstaka dámi at seta hol á rokkkvøldið við kendu føroysku kvæðunum, ið teir hava umskapað við teirra heilt…

Vitjanarvinir

Nærvera og eitt hugnaligt prát hjálpa ímóti einsemi. Øll fáa gleði av góðari samveru – bæði tann, ið vitjar og tann, ið fær vitjan. Tað eru ikki øll, sum hava ein stóra familju, og tí kunnu vera rættiliga einsamøll. Í Vestmanna skulu øll hava møguleika at hava eitt gott sosialt lív. Vestmanna Kommuna fer nú…