Vestmanna Kommuna nýggja heimasíðu

Seinastu vikurnar hevur verið arbeitt við at gera nýggja heimasíðu til Vestmanna Kommunu. Nú er komið á mál og nýggja heimasíðan er løgd út alment. Arbeitt hevur serliga verið við at dagføra sniðið á heimasíðuni og gera bygnaðin einfaldan, so at hon eisini egnar seg til teldlar og snildfonir. Við nýggju heimasíðuni leggja vit okkum…

Rokkur í Vestmanna tann 19. september

Í samband við Vestmannadagarnar, ið vera í Vestmanna í døgunum 14. til 20. september verður stór rokkkonsert leygarkvøldið 19. september. Talan er nevnliga um eina konsert við føroysku Hamradun og Deiggj, umframt kenda íslendska bólkinum Dúndurfréttir. Hamradun fer við sínum serstaka dámi at seta hol á rokkkvøldið við kendu føroysku kvæðunum, ið teir hava umskapað við…

Savnsdagur og bókaframløga

Vestmanna Bygdarsavn bjóðar til ein savnsdag mikudagin 17. juni frá klokkan 15.00 – 17.00. Um kvøldið verður bókaframløga og tónleikur í Vektarbúðini. Allir lutirnir eru nú samlaðir í John´sa handli, har bæði loftið og kjallarin vera nýttir at goyma lutirnar í, meðan vektarbúðin verður nýtt til framsýningar. Í summar, frá 16. juni til 1. septembur…

Glas av vatni

Bakteriur í vatninum

Bakteriur eru ávístar í drekkivatninum. Heitt verður tí á íbúgvarnar um at kóka vatnið. Vatnveitingarskipanin verður klorað seinnapartin í dag, 19. juni 2020. Boðað verður frá, tá vatnið er reint aftur.