Skrá til bygdarráðsfundin 30.03.23

Almennur bygdarráðsfundur verður hóskvøldið 30. mars 2023, kl. 17.00, á kommunuskrivstovuni.   Dagsskrá:   Til viðgerðar fyri opnari hurð:   Mál 173 Umraðfesting av játtan til Staðið J.nr.: 1800002-5-2021   Mál 174 Eykajáttan til byggibúning J.nr.: 30102-1-2022   Mál 175 Eykajáttan til at tryggja spæliplássið omanfyri skúlan J.nr.: 400002-2-2020   Mál 176 Áseting av brúgvagjaldi fyri…

Longd freist: Kolastykkið og økið, har Turkihúsið stóð, verða hervið boðin út

Freistin at bjóða er longd til 15. mai 2023. Kolastykkið og økið, har Turkihúsið stóð, verða hervið boðin út til íbúðarbygging, gistingarhús-bygging og/ella til handilsvirksemi. Tit, sum bjóða, skulu greitt lýsa verkætlanina við neyðugum tekningum, tíðarætlan og við lýsing av, hvat ætlanin er at brúka ein komandi bygning á økinum til.   Tilboðið skal innihalda:…

Dagstovnaøkið í Vestmanna góðkent sum ítróttardagstovnaøki

Sum hitt fyrsta í Føroyum verður dagstovnaøkið í Vestmanna fríggjadagin 17. mars 2023 góðkent av Dansk Idrætsforbund og VIA University College í Århus sum ítróttardagstovnaøki. Við hesum fáa dagstovnarnir rætt at kalla seg góðkendar ítróttardagstovnar – við ítrótti, spæli og rørslu í miðdeplinum. At vera góðkendur ítróttarstovnur merkir at man í arbeiðnum leggur dent á…

Staðið sóknast eftir tveimum kreativum starvsfólkum

Ungdómshúsið Staðið leitar eftir nærlagdum, kreativum og lítargóðum tímaløntum starvsfólkum, at gerast partur av nýggja toyminum. Tú verður partur av einum spennandi og kreativum toymi, ið saman virkað fyri at betra um trivnaðin hjá børnum og ungum í kommununi. Undir tí nýggju verkætlanini Mentan sum klekingaramboð verður tú við at eggja og kveikja børnum og ungum…

Vit senda kavaruddarunum ein tanka

Støðan er serstøk.   Hesin mars mánaði hevur higartil verið óvanliga kaldur við nógvum kava. Kavin hevur ligið kring alt landið, og tað er ein vøkur sjón at síggja kavaklødd fjøll; men kavin gevur stórar avbjóðingar, og okkara røsku kavaruddarar hava úr at gera. Nógvi kavin, sum hevur lagt seg, gevur avbjóðingar í ferðsluni.  …

Bindiskeið á bókasavninum

Sára Mrdalo frá fyritøkuni Navia hevur bindiskeið í bókasavninum 20. mars 2023 kl. 20:00 Vit fara at binda ymsar strukturar og holmynstur.   At hava við: ermastokkar nr. 4 áleið hóskandi tógv, í minsta lagi tveir ljósar litir. saks eitthvørt at skriva við   Øll sum koma á skeiðið fáa eina Navia bindibók, uppskriftir og…