Anna Maria Reinert Jensen sett sum skúlastjóri í Vestmanna skúla

Barna- og Útbúgvingarmálaráðið: Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Onnu Mariu Reinert Jensen í starvið sum skúlastjóra í Vestmanna skúla frá 1. februar 2023 at rokna. Anna Maria Reinert Jensen er 52 ára gomul og býr í Hoyvík. Hon tók læraraprógv í 1994 og eftirútbúgving í námsfrøðiligari leiðslu í 2020. Harumframt…

Skrá til bygdarráðsfundin 26.01.23

Almennur bygdarráðsfundur verður hóskvøldið 26. januar 2023, kl. 17.00, á Kommunuskrivstovuni.   Dagsskrá: Til viðgerðar fyri opnari hurð:   Mál 163 Tilmæli frá Fíggjarnevndini um rakstrarsáttmála við Gjaldstovuna um tænastur á Vanganum J.nr.: 8511002-1-2023   Mál 164 Tilmæli frá Teknisku Nevnd um broytingar í byggisamtyktini. J. nr. 102002-1-2023       Bjørg á Rógvi, borgarstjóri…

Vevmynd av Vestmanna

Fleiri hava saknað at síggja vevmyndir úr Vestmanna, serliga fólk ið hava tilknýti til bygdina. Vestmanna kommuna hevur í dag sett vevmyndatól upp. Við hesum, ber til at síggja vakra útsýnið av bygd okkara.   Vevmyndin er á heimasíðuni undir vevmyndir. Tú kanst eisini síggja myndina niðanfyri.

Endurlýsing: Tvey arbeiðsfólk til fríðkan

Søkt verður eftir røskum og ágrýtnum arbeiðsfólkum til fríðkanartoymið í kommununi.   Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.: fríðkan av gøtum og øðrum kommunalum økjum gróðurseting og sláing av almennum økjum   Umsøkjarin kemur partvíst at arbeiða sjálvstøðugt, og skal tí duga at leggja sín egna arbeiðsdag til rættis.   Vit væntað at tú: hevur koyrikort til persónbil.…

Nýggjársheilsan

Nú árið 2022 fer at halla og 2023 stendur á gáttini, vil eg nýta høvi at senda øllum vestmenningum – bæði nær og fjar – eina nýggjársheilsan.   Vestmanna bygdarráð er á einum máli um, at trivnaðurin í bygdini skal hava hægstu raðfesting komandi tíðina. Hetta fevnir eitt nú um dagstovnaøkið og frítíðarvirksemið til børn…

Ólógligt at senda neyðrakettir sum fýrverk

Á nýggjárinum er vanligt at síggja neyðrakettir blíva skotnar upp. Men Vestmanna Sløkkilið minnir á, at neyðrakettir eru ein vandamikil møguligur eldásetari.   Tað er ólógligt at senda neyðrakettir til stuttleika. Tær eru einans ætlaðar at brúka í neyðstøðum.   Um neyðrakettir/-bluss o.l. skal beinast burtur, kann hetta latast inn á Skilagátt.   Skilagátt

Skráin fyri nýggjárshaldið

Vestmanna kommuna skipar fyri nýggjárshaldi við kyndlagongu, báli og fýrverki.   Kl. 19:30 Byrjar kyndlagongan við ruskplássið Skilagátt, og ganga vit framvið heiminum á Grønanesi oman á kaiina, har bálið verður tendrað.  Vit syngja sálmin “Tíðin rennur sum streymur í á”.   Kl. 23:00 Byrja blikkamenninir at tendra blikkini.   Kl. 23:30  Skjýtur kommunan fýrverk á…

Gleðilig jól og eitt eydnuríkt nýggjar

Vestmanna kommuna ynskir viðskiftafólki og vestmenningum nær og fjar, eini góð og hugnalig jól, og eitt eydnuríkt nýggjár.   Soleiðis er skrivstovan opin um jólini: Í sambandi við høgtíðina verður kommunuskrivstovan stongd frá hósdegnum 22. desembur 2022. Opið verður aftur týsdagin 3. januar 2023 kl 09:00. Hevur tú átrokandi boð til kommunuskrivstovuna, sum trupulleikar við vatnveitingini, vegir,…

Starvsfólk til dagstovnaøkið

Kom við á eina spennandi ferð Brennur tú fyri at arbeiða við børnum? Samskiftir tú á opnan og viðurkennandi hátt? Ert tú ágrýtin og torir at hava ein virknan leiklut í einum gerandisdegi fullum av rørslu, spæli og útilívi? Dugir tú væl at samstarva við onnur? So ert tú kanska nýggi starvsfelagi okkara.   Søkt…