Kommunuskrivstovan um jólini

Í sambandi við høgtíðina verður kommunuskrivstovan stongd frá hósdegnum 22. desembur 2022. Opið verður aftur týsdagin 3. januar 2023 kl 09:00.   Hevur tú átrokandi boð til kommunuskrivstovuna, sum trupulleikar við vatnveitingini, vegir, kloakk o.tl. kanst tú ringja á tlf. 770 109. Barnaverndartænastan í VEKS svarar á telefon: 297 200. Skilagátt hevur opið gerandisdagar. Tvs.…

Veðrið tarnar kavaruddingina í morgun

Maskinurnar hava grivið út í eitt seinastu dagarnar, men hóast tað, so liggur eitt stórt arbeiði í at koma runt í morgun. Bilar, sum eru farnir út at koyra í morgun, standa fastir, og tað órógvar eisini kavaruddingina. Heitt verður tískil á bilførarar um at vísa skynsemi og ikki fara út at koyra fyrr enn…

Siglingarávaring

Sagt verður frá, at í tíðarskeiðinum frá 12. desembur til 18. desembur fer arbeiði fram við sjóðdreka í Vestmannasundi á POS 62°07,48’N 007°10,48’W. Skip og bátar verða biðin um at vísa varsemi og halda klára frástøðu. Vegna MRCC  

Freist at svara spurnarblaðnum um menningar- og ferðavinnuætlan

Góðu Vestmenningar, freistin at svara spurnarblaðnum er nú komandi sunnudag 11. desembur 2022.   Nærri kunning fæst her: Hóast Vestmanna er ein ferðavinnubygd, kunnu vit saktans gerast ein enn størri partur av ferðavinnuni. Tað hevur stóran týdning at bygdarfólkið er við í eini menningar- og ferðavinnuætlan. Tí spyr Bygdarráðið tykkum vestmenningar, hvat ið tit ynskja…

Skrá til bygdarráðsfundin 14.12.22

Almennur bygdarráðsfundur verður mikukvøldið 14. desembur 2022, kl. 17.00, á Kommunuskrivstovuni.   Dagsskrá: Til viðgerðar fyri opnari hurð:   Mál 159 Áseting av almennu fundardøgunum fyri 2023 J.nr. 22022-3-2022   Mál 160 Endurskoðað Fíggjarætlan fyri 2022 til 2. viðgerð J.nr. 30102-1-2021     Bjørg á Rógvi, borgarstjóri Vestmanna 8. desembur 2022

Heimið á Grønanesi 10 ár

Í dag eru 10 ár liðin, síðan heimið á Grønanesi lat upp. Í hesum sambandi varð skipað fyri hugnaløtu fyri búðfólkum, avvarandi og starvsfólkum.   Bjørg á Rógvi, borgartsjóri helt røðu, sum kann lesast her. Eg skal vegna Vestmanna kommunu ynskja tykkum øllum –  bæði starvsfólki, leiðara og búfólki hjartaliga tillukku við runda degnum. At…