Endurgjald fyri Rokkur í Vestmanna, ið skuldi vera 19/09.
Bygdarráðið í Vestmanna valdi av avlýsa Vestmannadagarnar og tiltakið Rokkur í Vestmanna vegna covid-19 farsóttina. Trupulleikar hava verið við gjaldskipanini á heimasíðuni www.vestmanna.fo. Tískil hevur ikki borið til at rinda endurgjald fyri atgongumerkini, ið vóru keypt til konsertina Rokkur í Vestmanna, ið eftir røttum skuldi vera 19/09 í samband við Vestmannadagar 2020.
Trupulleikin er nú loystir og øll endurgjøld eru gjøgnumførd, tó kann tað taka upp til tvær vikur til peningurin sæst á konto’ini.
Um tit hava spurningar um endurgjaldið eru tit vælkomin at venda tykkum til Duritu Fagradal Augustinussen, mentanarleiðari á +298 770160 ella á Durita.aug@vestmanna.fo