Nú kanst tú eisini boða kommununi frá á Vanganum hjá Vestmanna kommunu.
Síðan 31. januar 2023, tá borgarar í Vestmanna kommunu kundu ómakaleyst fáa atgongd til tænastur umvegis Vangan, hevur samstarvið við Talgildu Føroya hildi áfram. Arbeitt verður miðvíst við at menna fleiri tænastur á Vanganum.
Niðanfyri síggjast nøkur dømir um hvat tú kanst boða frá um:
- Hevur tú t.d. sæð rottu ella eitt vespubýli, kanst tú boða frá her og frámerkja á kortinum hvar tú hevur sæð hesi. Eisini er møguligt at viðfesta eina mynd av staðnum.
- Er skaði á almennum vegi ella annað í samband við vegin, kanst tú boða frá her og frámerkja á kortinum hvar skaðin er. Eisini er møguligt at viðfesta eina mynd av staðnum.
- Hevur tú sæð skøru og ikki hevur møguleika at týna hana sjálv/ur, kanst tú boða frá her og viðmerkja á kortinum hvar plantan er. Eisini er møguligt at viðfesta eina mynd.
- Er ein lyktapelið ið ikki lýsir, so ber til at boða frá her og frámerkja á kortinum hvar lyktapelin er.
Hetta eru bert nøkur dømi um hvat tú kanst boða frá um. Aðrar fráboðarnir eru eisini vælkomnar.
Tað er ein fyrimunur at boða kommununi frá á Vanganum, tí samskiftið er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika at fylgja við í viðgerðargongdini.
Sí allar sjálvgreiðslur her.