Nukannguaq Zeeb er settur sum fyribils hjáparfólk á Staðnum, meðan Jákup Sofusson er farin til Danmarkar á lestrarørindum.
Nukannguaq Zeeb er føddur og uppvoksin í Grønlandi og hevur lokið lærarar útbúgving í 2010, í Grønlandi. Nukannguap hevur millum annað undirvíst í støddfrøði, tónleiki og ítrotti, meðan hann hevur starvast sum lærarir í høvuðsstaðnum Nuuk í Grønlandi. Umframt tað er hannn eisini virkin tónleikari og hevur saman við bólkið sínum Tulleriit, útgivið tvær fløgur. Tí varð hugsað, at hann hóskaði sera væl til listarliga og rúmandi umhvørvið, ið skapt er á Staðnum seinastu árini.
Nukannguap byrjaði í starvinum í farnu viku og ungdómurin í Vestmanna hevur tikið sera væl í móti honum.
Kommunan gleðist um at hava fingið Nukannguaq í starv og ynskir honum vælkomnan til toymið á Staðnum