Ungdómshúsið Staðið hevur opið í heystferiuni!
Undanfarnu árini hevur verið vanligt at Staðið hevur veri stongt, tá ið feriur hava verið. Men í ár er avgerðin tikin um, at Staðið verður opið stóran part av feriunum. Hetta fyri at ungdómurin í Vestmanna hevur eitt stað at savnast, meðan tað ikki ber til at skipa fyri øðrum tiltøkum, vegna korona.
Ungdómshúsið Staðið hevur opið alla heystferiuna frá 12. til 16 okt. Eftir heystferiuna er innleiðslutíðin hjá 7.flokki av og tey hava tá møguleika, at vera á Staðnum hvørt kvøld í gerandisvikuni.