Súkkludagur verður í Vestmanna leygardagin tann 17. okt. kl.13.00
Umboð fyri Ráðið fyri ferðslutrygd koma leygardagin 17. okt til Vestmannar, at halda barnavinarligan fyrilestur um trygd á súkklu. Millum annað verður víst á hvussu umráðandi tað er, at nýta hjálm og endurskin, tá ið súkklað verður á vegnum.
Øll eru vælkomin at taka súkkluna við, bæði børn og vaksin! Til ber at parkera súkkluna á Reyða torginum, meðan fyrilesturin er.
Skrá
- 13.00 – Fyrilestur verður á veghæddini á Staðnum.
- 13.30 – Súkkulutúr út á Grønanes og aftur til Staðið, har Jan Nielsen frá Rynkeby leggur okkum lag á.
- 14.00 – Kommunan bjóðar sunkist og frukt, tá ið súkklutúrurin er av.
Orsaka av korona tilmælinum verða øll biðin um at halda neyðuga frástøðu og reinføri, meðan fyrilesturin er.