Fjalsvegur
Skrúvað verður fyri vatninum á Fjalsvegi í morgin árini (hósdagin 24. juni) frá kl. 8.00 og so leingi arbeiðið varðir.
Skrúvað verður fyri vatninum á Fjalsvegi í morgin árini (hósdagin 24. juni) frá kl. 8.00 og so leingi arbeiðið varðir.
Um vikuskiftið verður Fjarðastevna í Vestmanna. Vegna Korona hava fyrireikararnir valt at avmarka skránna. Leygardagin 11. juli 13.00 – Barnaróður 14.00 – 18.30 Matsøla á keiøkinum. Kaffi, vafflur, toast, pylsur o.a. 16.00 – 18:30 FM Kappróður á Fjarðastevnu í Vestmanna 19.30 – 20.30 Útimøti við Útimøtibólkinum á Reyða Torginum…
Tað er Vestmanna Ítróttarfelag (VÍF) og VÍF Kappróður, ið standa aftanfyri fjarðastevnuna, sum í vikuskiftinum verður hildin í Vestmanna. Nærri kunning um kappróðurin fæst á Facebook vanganum hjá VÍF Kappróður og á heimasíðuni hjá Róðrarsamband Føroya Leygardagin tann 9. juli 2022 12:00 Disvoy letur upp 12:00 – 18:00 Matsøla á keiøkinum. Kaffi, vafflur, toast, pylsur…
Fjølmentanarvikan 2025 verður sett í Vestmanna í ár. Fjølmentanarvika er ein mentanarvika, ið hevur sum endamál at fagna, fevna og varpa ljós á mentanarliga fjølbroytnið í føroyska samfelagnum. Í Vestmanna búgva fleiri tilflytarar frá spennandi tjóðskapum, ið hava eina ríka mentan og siðvenju. Til setanina av fjølmentanarvikuni fara nøkur teirra at vísa á nakað av…
Leygardagin 25. apríl verður flaggdagurin hátíðarhildin á torginum í Vestmanna. Umframt at vit fagna Merkinum og bjóða várinum vælkomnum, verður vælumtókta flaggdagsrenningin, og bjóðað verður til kaffi og okkurt gott til góman. Skráin byrjar klokkan 15.00 við skrúðgongu frá ítróttahøllini til torgið, sum VÍF hondbóltur skipar fyri. Øll eru vælkomin at ganga við. Klokkan 15.15…
Fríggjadagin 25. apríl verður flaggdagurin hátíðarhildin á Reyða torgi í Vestmanna. Umframt at vit fagna Merkinum og bjóða várinum vælkomnum, verður vælumtókta flaggdagsrenningin, kappróðrabátar verða flotaðir og bjóðað verður kaffi og vafflur. Skráin byrjar klokkan 15.15 við skrúðgongu frá høllini til Reyða torg, sum VíF skipar fyri. Øll eru vælkomin at ganga við. Klokkan 15.30…
Flaggdagshald verður uttan fyri Miðhøllina flaggdagin 25. apríl kl. 15.00. Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna, heldur røðu. Aftaná hevur Vestmanna Kvøldskúli framsýning av handaligum arbeiði í Auluni. Eisini er søluframsýning av glaslist. Innkomni peningurin verður brúktur til tilfar og útgerð til undirvísingina í glaslist. Øll eru vælkomin til drekkamunn í Miðhøllini. Vestmanna Kommuna
Flaggdagshald verður uttan fyri Miðhøllina í Frammibø flaggdagin 25. apríl kl. 15.00. Laila Haldansen, forkvinna í Mentanarnevndini, bjóðar vælkomin. Magnus Gaard, stjóri í Miðnám, heldur røðu. Vestmanna Sangkór luttekur og vit syngja felagssang. Beint aftaná sjálvt flaggdagshaldið verður flaggdagsrenning. Renniteinarnir eru teir somu sum undanfarin ár og síggjast herundir. Vestmanna Kommuna bjóðar vatn og frukt…
Flaggdagshaldið verður uttan fyri Miðhøllina í Frammibø kl. 15:00 Laila Haldansen, forkvinna í Mentanarnevndini, bjóðar vælkomin Sanna Bæk Hoydal framførir 2 sangir Við sær hevur hon tónleikaran Janus Trúgvason Felagssangur: Sjá tú blánar Dánial Hoydal heldur røðu Felagssangur: Tú alfagra land mítt Eftir haldið verður Flaggdagsrenning. í Miðhøllini skipar 1. flokkur í Miðnám fyri…
Flaggdagshald kl. 15:00 á Reyða torginum. VíF skipar fyri skrúðgongu frá skúlanum kl. 14.45 har øll eru vælkomin at ganga við. Laila Haldansen, forkvinna í Mentanarnevndini, bjóðar vælkomin Vestmanna Hornorkestur spælir Felagssangur: Sjá tú blánar Janus úr Dímun heldur røðu Felagssangur: Tú alfagra land mítt Eftir haldið verður Flaggdagsrenning, og kommunan bjóðar drekkamunn…
Til ber at tekna seg til renningina við at senda eini boð til Rakul Nielsen ella Bjørg Patursson umvegis messenger, ella á tlf.nr. 724 651 ella 219 099. Viðmerk hvønn tein tú skalt renna og hvønn bólk tú skalt í. Freistin at boða frá luttøku er mánadagin 24. apríl, kl. 12:00 Vestmanna kommuna bjóðar frukt…
Aftur í ár verður Flaggdagsrenning í Vestmanna. Til ber at tekna seg til renningina við at senda eini boð til Kristinu Sundstein Borgarlíð ella Jónvu Ellingsgaard umvegis messenger, ella á tlf.nr. 59 10 73 ella 23 02 83. Viðmerk hvønn tein tú skalt renna, og hvønn bólk tú skalt í. Freistin at boða frá luttøku…
Hóast veðrið argaði eitt sindur við vátaslettingi, vóru nógv fólk samankomin uttanfyri miðhøllina, og har var bæði hugnaligt og gott lag á fólki. Sanna Bæk Hoydal framførdi nøkur vælljómandi løg, Dánial Hoydal helt røðu, og vit sungu felagssang. Rakul Nielsen og Bjørg Patursson stóðu fyri Flaggdagsrenning, VÍF hevði kaffisølu og 1. flokkur ùr Miđnám skipađi…
Nær ella fjart, ert tú sál míni kært Luftin, tá vit koma út úr flogfarinum í Vágum aftaná eina langa feriu. Angin av nýbakaðum breyði, tá tú kemur inn í gongina hjá ommu. Klemmi frá børnunum, tá tú heintar tey í barnagarðinum eftir ein langan arbeiðsdag. Hendurnar í svalligu moldini. Nýsligin bøur. Regnið, ið…
Góðu Vestmenningar Stóra takk fyri hendan heiðurin og hetta høvið, at bera fram nøkur orð á hesum hátíðardegi fyri merkinum. Júst hendan dagin fyri 82 árum síðan í 1940, varð merkið viðurkent sum okkara flagg av bretska hervaldinum. Jens Olivur Lisberg og aðrir góðir menn høvdu – meira enn tjúgu ár frammanundan í Keypmannahavn –…
Nú letur eitt alment vesi upp afturat. Vesið er í grøna skúrinum við bátahylin Inni á Fjørð. Vesini hava opið frá klokkan 08:00 til klokkan 20:00. Sostatt eru almenn vesir: inni við bátahylin. í havnarskrivstovuni. við Kirkjugarðinum á Knúgvum.
Strandferðslan hevur dagført ferðaætlanina fyri leið 100 millum Vestmanna og Tórshavn, og leið 300 millum Sørvág/flogvøllin og Tórshavn. Dagføringarnar snúgva seg í høvuðsheitinum um betri samband við aðrar leiðir, og eru ferðaætlanirnar tillagaðar soleiðis, at tað verður lættari at ferðast til og frá Miðnámi í Vestmanna. Harumframt verður betur samband við flogferðsluna. Hetta hevur í…
Nú kanst tú eisini søkja um grundstykki á Vanganum hjá Vestmanna kommunu. Síðan 31. januar 2023, tá borgarar í Vestmanna kommunu kundu ómakaleyst fáa atgongd til tænastur umvegis Vangan, hevur samstarvið við Talgildu Føroya hildi áfram. Arbeitt hevur verið miðvíst við at menna fleiri tænastur á Vanganum og verða væntandi fleiri sjálvgreiðslur við í 2024.…
Nú kanst tú eisini boða kommununi frá á Vanganum hjá Vestmanna kommunu. Síðan 31. januar 2023, tá borgarar í Vestmanna kommunu kundu ómakaleyst fáa atgongd til tænastur umvegis Vangan, hevur samstarvið við Talgildu Føroya hildi áfram. Arbeitt verður miðvíst við at menna fleiri tænastur á Vanganum. Niðanfyri síggjast nøkur dømir um hvat tú…
Nú fjøllini verða gingin, er týdningarmikið, at leivdirnar frá flettingini verða rætt burturbeindar. Tikið verður ímóti burturkasti frá seyði á Skilagátt, men tað fylgja treytir við móttøkuni. Tær eru: VEMBUR: Tøm vemburnar, áðrenn tær verða beindar burtur. VÆTA: Lat sum mest av vætu renna frá, áðrenn leivdirnar verða burturbeindar. LEIVDIR: Lat leivdir í plastposar,…
Uppskot um flyting av minnisvarða er við hesum sent til almenna hoyring. Gjørt verður vart við, at freistin at gera viðmerkingar til málið er 1. juli 2022. Møguligar viðmerkingar kunnu stílast til vestmanna@vestmanna.fo. Í november 2019 sendi kirkjuráðið kommununi fyrispurning um at taka støðu til uppskotið at flyta minnisvarðan. Í 2005 viðgjørdi bygdarráðið líknandi uppskot.…
Í dag, 16. november 2023, verður føðingardagur á bókasavninum. Ì samband við at Emil fyllir 60 ár, verður upplestur á bókasavninum kl. 16:30 og 17:30. Øll eru hjartaliga vælkomin!
Hvussu hevur tú tað? Soleiðis spyr Fólkaheilsustýrið 8.000 tilvildarliga valdar føroyingar, sum nýliga hava fingið innbjóðing á Vangan um at luttaka í fólkaheilsukanning. Talan er um spurnakanning um heilsu, trivnað og lívsstíl. Spurt verður um likamliga og sálarliga heilsu, svøvn, vekt, vanar, óvanar, sjúkur, heilivág og annað. Málið er at fáa til vega…
TIL VELJARAR TIL FÓLKATINGSVALIÐ 31. OKTOBUR 2022 Í VESTMANNA KOMMUNU Atkvøðugreiðslan fer fram mánadagin 31. oktober, í ítróttarhøllini. Atkvøðutíðin er millum kl. 09.00 og kl. 20.00 og heldur fram, so leingi veljarar møta uttan steðg. Tey, ið vegna sjúku ella vantandi førleika ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima, til og við fríggjadagin…