Tíðindi

Skrúvað verður fyri vatninum

Dagføring 03.07.23 kl. 11.45 Arbeiði er liðugt!    Arbeitt verður uppá vatnleka á Niðara Vegi.   Skrúvað verður fyri vatninum í dag – frá Fossá og úteftir til Niðara Veg 35. Hetta er galdandi mánadag 3. juli 2023, frá klokkan 10:00 og til arbeiðið er liðugt.

Tíðindi Glas av vatni

Skrúvað verður fyri vatninum

Skrúvað verður fyri vatninum til part av Fjalsvegi og Ovara Vegi í morgin árini frá kl. 10 og so leingi arbeiðið varðir. Vatnveitingin til innasta partin av bygdini kann eisini gerast óstøðug, ímeðan arbeitt verður  

Tíðindi

Skrúvað verður fyri vatninum

Í morgin, mikudag 8. juli, verður skrúvað fyri vatninum á Gerðisvegi og í Skálum  frá klokkan 10:00 til arbeiðið er liðugt. Ein partur av Flatnavegi verður eisini ávirkaður av arbeiðinum.

Tíðindi

Skrúva fyri vatninum inni á Fjørð

Dagføring kl. 13:54 – trupulleikin er loystur og vatnveitingin er støðug aftur   Í samband við umlegging av vatnveitingini inni á Fjørð, verður skrúva fyri vatninum kl. 13. Vatnveitingin verður burtur, til arbeiðið er liðugt.

Tíðindi

Skrúva fyri vatninum á Byrgisvegi

Dagføring kl. 13:54 – trupulleikin er loystur og vatnveitingin er støðug aftur   Arbeitt verður uppá vatnleka á Byrgisvegi. Meðan arbeiðið fer fram, er vatnveitingin burtur. Óvist er, nær vatnveitingin verður støðug aftur, men arbeitt verður við at loysa trupulleikan skjótast gjørligt.

Tíðindi

Skrúva fyri vatninum

Skrúvað verður fyri vatninum á Fjalsvegi í morgun frá kl. 10 og so leingi arbeitt verður. Eisini kann roknast við, at vatnið í innara parti av bygdini kann gerast óregluligt.

Tíðindi Glas av vatni

Skrúva fyri vatninum

Skrúvað verður fyri vatninum til ytra part av Bakkavegi, frá Bakkavegi 37 og úteftir, í dag týsdagin 30. mars 2021 kl. 17.00 og til arbeiðið er liðugt.  

Tíðindi

Skrivari til Barnaverndartænastuna í VEKS

Barnaverndartænastan í VEKS søkir eftir skrivstovufólki, at byrja frá 1. januar 2026 ella eftir avtalu.   Um Barnaverndartænastuna: Barnaverndartænastan í VEKS fevnir um Vestmanna, Eiðis, Kvívíkar og Sunda kommunur, og er staðsett á Oyrarbakka. Í Barnaverndartænastuni starvast tríggir sosialráðgevar og ein leiðari, og vit síggja fram til, eisini at fáa ein skrivara í starvsfólkahópin. Uppgávan…

Tíðindi

Skreiðan á Fjalsvegi í kvøld

Øll brekkan klødd við kava – kjúlala hey, fitt flyksingur fúkandi fleyg! Kommunan steingir ovara part av Fjalsvegi í kvøld ímillum klokkan 18.00 og 21.00, so børn og barnsligar sálir kunnu stuttleika sær á góðu brekkuni. So finn tær sletuna ella skíðurnar fram og kom út og hugna tær saman við øðrum. Kommunan bjóðar heitt…

Tíðindi

Skráseting av oljutangum

Nú ber til at skráseta tín oljutanga á heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu. 11. september 2018 kom nýggj kunngerð í gildi fyri oljutangar. Lógarbroytingin inniber, at tú skalt skráseta oljutangan og syrgja fyri at taka hann úr nýtslu, áðrenn hann gerst ov gamal, soleiðis at tú sleppur undan kostnaðarmiklari umhvørvisdálking og upprudding. Útgongutíð er hendan: 1)  …

Tíðindi

Skráin til Válan í Vestmanna

Nú styttist, til vit øll fara at vála. Vit gleða okkum til at síggja tykkum øll. Konsertirnar byrja stundisliga og varða umleið 30-40 min hvør.   Skráin er hendan: 20:00 Dubultkvartettin 21:40 20:20 Lena & Niclas 22:00 20:40 Jens Marni 22:20 21:00 Høgni Lisberg 22:40 21:20 Frændur 23:00   Á fyrsta konsertstaðnum, tú fert á,…

Tíðindi

Skráin til Válan í kvøld

Kl. 20:00 fara vit at vála saman við Døgg Nónsgjøgv, Jazzygold, Sakaris og Tinganest. Armbond fáast við at vísa atgongumerki á kommunskrivstovuni frá kl. 18:00 – 20:00. Tú skalt vísa armband á hvørjum konsertstað. Keyp atgongumerki her   Møguleiki verður at vála víðari á Disvoy og Faer Isles Distillery.   SAKARIS hevur verið ein støðugur…

Skráin til bygdarráðsfundin 29. oktober

Bygdarráðsfundur verur mikukvøldið 29. oktober kl. 17 á kommunuskrivstovuni. Til viðgerar eru hesi mál: Mál 66: 2. viðgerð av eykajáttan til kirkjugarðin Mál 67: 2. viðgerð av eykajáttan til gongubreyt Mál 68: Marknaskipan uttangarðs Mál 69: Ferðslusonur og ferðavmarkingar Mál 70: Umsókn at keypa Kolastykkið Mál 71: Leigusáttmáli millum Vestmanna kommunu og Vestmanna Arbeiðarafelag Mál…

Tíðindi

Skráin til bygdarráðsfundin 20. mai

Fundur verður í bygdarráðnum mikudagin 20. mai kl. 17 á kommunuskrivstovuni. Mál á skrá eru: 100: Broytingar í bygdarskipanini. Víðkan av havnarøkinum við grótkastinum á Fitjum og víðkan av vegøkinum og sethúsaøkinum á Rógvu. 101: Broytingar í bygdarskipanini á matr. 144a. 102: Broytingar í bygdarskipanini. Víðkan av neystalendi á Fitjum. 103: Dagføring av leigugjøldum fyri…

Skráin til bygdarráðsfundin 19. november

Bygdarráðið hevur fund komandi mikudag 19. november kl. 17 á kommunuskrivstovuni. Til viðgerðar fyri opnum hurðum eru hesi mál: Mál 76: Reglugerð fyri Spælhúsið Mál 77: Broyting í stuðulspolitikkinum Mál 78: Umsókn um byggiloyvi til umbygging av skúlanum Mál 79: 2. viðgerð av eykajáttan til útbygging av kirkjugarðinum Mál 80: 2. viðgerð av FÆ26

Tíðindi

Skráin fyri Vestmannadagarnar 2023

Fyri tíggjundu ferð skipar Vestmanna kommuna fyri Vestmannadøgum.   Vestmannadagarnir í ár eru skipaðir soleiðis: Tjóvstarta verður við væl umtóktu sjavskappingini mikukvøldið.   Hósdagurin verður hildin omanfyri skúlan og í viðarlundini við grill, tónleiki og fjølbroyttum barnatiltøkum. Aftaná verður spurnarkapping í Silkienni.   Fríggjadagin spenna fyritøkurnar Inni á Fjørð seg út og skipa fyri ymiskum…

Tíðindi

Skráin fyri Vestmannadagar 2022

Skráin fyri Vestmannadagar, 5. til 11. september, er nú tøk á heimasíðu okkara. Vælkomin til Vestmannadagar 2022. Hetta er níggjundu ferð, at skipað verður fyri hesi mentanarvikuni. Undirtøkan hevur verið sera góð undanfarnu ár, og vónandi verður hon eins góð hesaferð. Vestmannadagar vóru fyrstu ferð í 2013. Hvørt ár eru dagarnir mentir nógv við fleiri…

Tíðindi

Skráin fyri Vestmannadagar 2021

Skráin fyri Vestmannadagar, 6. til 12. september, er nú tøk á heimasíðu okkara. Hetta er áttandu ferð, at skipað verður fyri hesi mentanarviku. Undir fyrireikingunum hava vit møtt vælvild frá øllum, sum vit hava heitt á. Takk fyri tað! Uttan tykkara hjálp og beinasemi, hevði tiltakið ikki verið til veruleika. Skipað verður fyri fyrilestri, áhugaverdum…