Tíðindi

Bindiskeið við Sáru Mrdalo á bókasavninum

Týskvøldið 25. februar kl. 19 kemur Sára Mrdalo at hava bindiskeið á bókasavninum. Øll sum koma á skeiðið fáa eina Navia bindibók, uppskriftir og ein avsláttarseðil á 20% frá Navia handlunum. Ein kaffimuður verður eisini at fáa.   At hava við : ermastokkar nr. 4 áleið hóskandi tógv, í minsta lagi tveir ljósar litir. saks…

Tíðindi

Tekniskur leiðari til Vestmanna kommunu

Vestmanna kommuna søkir eftir tekniskum leiðara at byrja 1. mai 2025 ella eftir nærri avtalu.   Á kommunuskrivstovuni starvast seks fólk. Tekniska økið er skipað við tekniskum leiðara og einum skrivstovufulltrúa. Undir teknisku deild eru arbeiðsformaður, brunaumsjónarmaður, havnarumsjónarmaður og leiðandi húsavørður.   Vestmanna kommuna er í stórari menning. Bygdarráðið hevur sett fleiri stórar verkætlanir í…

Tíðindi

Gjáarlon 20 ár

Í ár eru tjúgu ár liðin, síðan fyrstu børnini byrjaðu í Gjáarlon. Tað var tann 5. januar í 2005, at dagstovnurin lat upp. Børn og starvsfólk hava hátíðarhildið tey tjúgu árini við kaku, bollum og kakao. Nógv er broytt hesi árini, men framvegis er nógv við tað sama. Átta av starvsfólkunum eru tey somu sum…

Tíðindi

Farloyvisstarv fyri námsfrøðing í barnsburðarfarloyvi

Brennur tú fyri at arbeiða við børnum? Samskiftir tú á opnan og viðurkennandi hátt? Ert tú ágrýtin og torir at hava ein virknan leiklut í einum gerandisdegi fullum av rørslu, spæli og útilívi? Dugir tú væl at samstarva við onnur? So ert tú kanska okkara nýggi starvsfelagi. Vegna gleðiligar umstøður á dagstovnaøkinum í Vestmanna, søkja…

Tíðindi

Avloysarar til dagstovnaøkið

Kom við umborð verð partur av einum virknum toymi á føroya einasta ítróttadagstovni   Søkt verður eftir tímaløntum avloysarum til frítíðarstovuna, barnagarðin og vøggustovuna. Talan er ikki um fast starv við føstum tímatali, men um avloysarar, um sjúka ella annað kemur fyri. Vit søkja eftir tímaløntum vikarum, ið kunnu byrja skjótast gjørligt. Tað er ein…

Tíðindi

Nýtt stýri í VEKS

Nú hevur stýrið fyri heimatænastuna í VEKS skipað seg. Sára Jógvansdóttir er forkvinna, og Hans Jóhann Sørensen er næstformaður. Tey vóru bæði limir í undanfarna stýri, og eru nú borgarstjórar í ávikavist Vestmanna kommunu og Kvívíkar kommunu. – Nógvar broytingar eru framdar á økinum seinastu tvey árini, og haldast skal fram við kósini, sum er…

Tíðindi

Høllin er opin

Nú skúlin er stongdur vegna skeiðsvirksemi og skúlabørn hava frí, er ítróttahøllin opin til frítt spæl frá middegi og fram til kl. 15.00, tá hondbóltvenjing er á skránni. Skúli, Miðnám, frítíðarskúli og dagstovnar brúka vanliga høllina gerandisdagar í skúlatíð. Síðani er skipað ítróttavirksemi hjá VÍF, tað vil siga venjingar og kappingar til kl. 22.00 og…

Tíðindi

Akfør uttan nummarspjaldur

Nú síggjast aftur akfør uttan nummarspjaldur runt um í bygdini. Vestmanna kommuna heitir á eigararnar, um alt fyri eitt at beina akførini burtur. Er hetta ikki gjørt í seinasta lagið leygardagin 8. februar 2025, verður heitt á løgregluna um at beina akførini burtur fyri eigarans rokning.

Tíðindi

Aliringar á vágni

Næstu dagarnar fer Hiddenfjord at arbeiða upp á aliringar út fyri kappróðrarneystinum. Nógv hava varnast, at tveir stórir aliringar liggja á vágni í morgun. Hetta eru aliringar, sum verða umvældir og ringarnir hava hvørki net ella laks í. Tá ið arbeiðið er liðugt, verða ringarnir fluttir út á opnan sjógv til aling undir vágalandinum. Eru…

Tíðindi

VEKS 10 ár – almenn kvøldseta á Grønanesi

Hósdagin 23. januar kl. 20.00 verður almenn kvøldseta á Grønanesi, í samband við at VEKS er 10 ár.   Skrá: 20.00   Vælkomin – Sára Jógvansdóttir, forkvinna í stýrinum fyri VEKS 20.05    VEKS – nýggja leiðin. Páll á Reynatúgvu, stjóri 20.15   Kórið hjá Magna Christiansen syngur tveir sangir. 20.30   Felagssangur. 20.45   Magni Mohr, professari. Framløga um…

Tíðindi

Eyka bygdarráðsfundur 22.01.2025

Eyka bygdarráðsfundur verður mikudagin 22. januar 2025, kl. 17.00, á kommunuskrivstovuni.   Til viðgerðar fyri opnum hurðum     Mál 4 Val av limum og umboðum J.nr.: 22042-2-2024   Mál 5 Heimild at undirskriva skjøl viðvíkjandi keypi og sølu av fastari ogn o.t. J.nr.: 15152-1-2025   Mál 6 Stýrisskipan fyri Vestmanna Bygdarráð J.nr.: 1002-1-2025  …

Tíðindi

Bygdarráðsnevndirnar hava skipað seg

Bygdarráðsnevndirnar hava á fundum í vikuni skipað seg soleiðis:   Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri, er forkvinna í fíggjarnevndini Hinir limirnir eru: Símin Jákup Højsted og Karl A. Olsen.   Símin Jákup Højsted er formaður í teknisku nevnd Hinir limirnir eru: Pauli Magnussen og Janus Atli Jensen.   Anja Haldansen er forkvinna í mentanarnevndini Hinir limirnir eru:…

Tíðindi

Nógv vatn á vegnum

Nú blot er komið í kavan, fyllast áirnar. Hetta hevur við sær, at nógv vatn rennur út á vegirnar. Heitt verður á bilførarar um at vera ansnir á vátu vegunum.

Tíðindi

Partur av bygdini missir vatnið

Roknast kann við, at ovasti partur av bygdini fer at missa vatnið aftur í kvøld. Goymslurnar við vatni eru minkaðar nógv seinastu dagarnar, nú kavi hevur ligið. Vatnnýtslan hevur verið væl hægri enn miðal nýtslan vanliga er aðrar dagar, og tí megnar framleiðslan ikki at fylgja við. Í stuttum kemur minni av vatni inn, enn…

Tíðindi

Spara uppá vatnið

Enn einaferð verður heitt á borgarar og virkir um at spara uppá vatnnýtsluna. Hetta orsakað av frostinum. Helst lata borgarar vatnið renna, ímeðan frost er, fyri at sleppa undan at vatnið frystur í rørunum. Hetta hevur við sær at brunnarnir tømast. Kommunan heitir tí á fólk um ikki at lata vatn renna óneyðugt og í…

Tíðindi

Innskriving í 1. flokk skúlaárið 2025/26

Mikudagin 22. januar kl. 16.00 verður innskriving í Vestmanna skúla. Góðu foreldur og avvarandi. Mikudagin 22. januar kl. 16.00 verður innskriving í Vestmanna skúla. Havið dóps- ella navnabræv við. Vinaliga útfyllið innskrivingarskjalið í leinkinum niðanfyri, áðrenn tit møta – tó seinast mánadagin 20. januar. Innskrivingarskjal Leiðslan, Vestmanna Skúli

Tíðindi

Kommunulæknaavloysari í Læknaviðtaluni

Birgit Sørensen er kommunulæknaavloysari í Læknaviðtaluni í Vestmanna fyri Gunnhild Helmsdal, í tíðarskeiðunum:   13. januar til 19. januar 2025, báðir dagar íroknaðir 27. januar til 2. februar 2025, báðir dagar íroknaðir

Tíðindi

Partur av bygdini mist vatnið

Nýtslan av vatnið hevur verið væl hægri hesar køldu kavadagar, enn miðal nýtslan vanliga er aðrar dagar. Hóast vatninntøkan er á einum støði, sum vanliga er nøktandi, so megnar framleiðslan ikki at fylgja við. Í stuttum kemur minni av vatni inn, enn tað fer út, og tí ávirkar tað nú ovasta part av bygdini, sum…

Tíðindi

Skúlabørn skreiða

Skúlabørnini í Vestmanna skúla saman við lærarum fara at skreiða í morgin, fríggjadag 10. januar, á ovara parti á Fjallsvegi. Tey skreiða og stuttleika sær frá klokkan 9:45 til 11:00. Bjóðað verður fransbreyð og heitt kakao. Vegurin verður stongdur fyri gjøgnumkoyring hetta tíðarskeiðið.

Tíðindi

Óstøðugt vatntrýst

Vatnverkið hevur verið undir stórum trýsti seinastu dagarnar. Nú streymslit eisini hevur verið, kunnu borgarar uppliva óstøðugt vatntrýst í kvøld og í nátt.

Tíðindi

Vatnnýtslan ov stór

Vatnmongdin frá reinsiverkinum er minkað munandi í dag. Orsøkin er helst, at borgarar lata vatnið renna, ímeðan frost er, fyri at sleppa undan frostspreingingum. Kommunan heitir tí á fólk um ikki at lata vatn renna óneyðugt og í ringasta føri at lata tað lagra.