Vestmanna Havn á Fjarðastevnu
Frá leygarmorgni 29. juni kl. 10.00 til kappróðurin er liðugur verða óviðkomandi skip og bátar biðin um at halda seg burtur frá kappróðrarøkinum
Frá leygarmorgni 29. juni kl. 10.00 til kappróðurin er liðugur verða óviðkomandi skip og bátar biðin um at halda seg burtur frá kappróðrarøkinum
Eyka bygdarráðsfundur verður hósdagin 4. juli 2022, kl. 19.00 á Kommunuskrivstovuni. Dagsskrá: Til viðgerðar fyri opnari hurð: Mál 293 Eykajáttan til brunatrygd í Vestmanna skúla til 2. viðgerð J.nr.: 30102-1-2023 Mál 294 Eykajáttan til endurgjald fyri manglandi barnaansing til 2. viðgerð J.nr.: 10000019-2-2024 Bjørg á Rógvi, borgarstjóri Vestmanna 27. juni 2024
Hóast eingin børn vóru á dagstovninum Gjáarlon undir verkfallinum, sum var fyri nøkrum vikum síðani, so hava tey góðu og dugnaligu starvsfólkini ikki sitið hendur í favn. Starvsfólkini hava tikið teirra skapandi evnir fram og fríðkað um stovurnar. Tey hava málað, klipt, límað og flutt runt uppá ymsar møblar, fyri at gera tað betur fyri…
Situr tú inni við einum góðum hugskoti til Vestmannadagar, so hevur tú møguleikan at fáa títt tiltak við í skránna. Vestmannadagar 2024 verða í døgunum 5. til 8. septembur. Eins og undanfarin ár ynskja vit, at Vestmannadagar eru savnandi, og at tiltøk verða í bygduni. Vit vilja tí bjóða øllum, sum hava hug og áræði,…
Seinastu tíðina hava fólk varnast, at bedingin í Vestmanna er ruddað. Tann 4. juni 2024 skrivaðu Bjørg á Rógvi, borgarstjóri, og Petur Háberg Jacobsen, nevndarformaður í P/f MEST, undir leigusáttmála um bedingina. Í longri tíð hevur einki virksemi verið á bedingini. Nú vil Bygdarráðið hava lív í økið aftur og fer tí hervið at…
Í samband við, at kappróður verður á Fjarðastevnu í Vestmanna 29. juni, hevur VÍF kappróður lagt søkk út til føstu startirnar. Boyur vísa, hvar søkkini eru løgd. Heitt verður á skip og bátar um at ansa eftir hesum boyum.
Dagføring 21. juni kl. 10:45: Fyri løtu síðan kunngjørdi kommunan at IRF hevði trupult at koma uppundan síðan verkfallið og heitti á Vestmanna kommunu, um at steingja Skilagátt. Tó hevur IRF fyri løtu síðan verði og tømt bingjurnar í Skilagátt og kunnu vit tískil hava opið sum vant. Skilagátt hevur opið hesar tíðir: mánadag…
Ert tú millum 14 og 18 ár, og vilt tú læra at gera film? So mást tú tekna teg til Nóllywood, sum er árligi summarskúlin fyri ung, sum eru áhugað í filmi. Nóllywood 2024 verður 8.- 15. juli úti í Nólsoy. Tekna teg við at senda ein teldupost til klippfisk@klippfisk.fo við hesum upplýsingum: navn føðingardagur…
Kom við umborð og verð partur av einum feitum toymi á dagstovnaøkinum í Vestmanna. Vestmanna kommuna søkir eftir trimum starvsfólkum til dagstovnaøkið at byrja 12. august 2024 ella skjótast gjørligt. Talan er um føst størv í Kongskjallarinum at arbeiða 20-25 tímar um vikuna. Um námsfrøðingur ikki verður settur, kann hjálpafólk setast í tíðaravmarkað starv.…
Í næstum verður bátahylurin dýpdur. Tilfarið verður grabbað upp í sandbát, sum síðani grabbar tilfarið úr aftur innanfyri Seglhúsið. Hetta verður gjørt við tí fyri eyga, at tilfarið eftirhondini kann leggjast aftur á fjøruna og út við pierinum á Fitjum. Økið, sum er víst á myndini, verður avmerkt við sperrum og gulum og reyðum…
Í samband við at Palli Joensen fer frá vegna aldur, verður fráfaringarhald í auluni í Vestmanna skúla hósdagin 20. juni. Góðu foreldur, næmingar og bygdarfólk Tað er við gleði og nakað av sorgblídni, at vit bjóða til fráfaringarhald fyri at heiðra Paula (Palla) Joensen, sum eftir 42 árum sum lærari í Vestmanna skúla, fer frá…
Leiðslubólkurin í VEKS, fekk mánamorgunin innleiðandi kunning um innanhýsis samskiftis og kunningarskipanina, INTRA, sum verður sett í verk eftir summarfrítíðina, fyri allan starvsfólkabólkin. Intraskipanin er enn ein liður í at samansjóða ymisku starvsfólkaliðini í VEKS, og harvið skipa eina meira einsháttaða tænastu fyri alt tænastuøkið í VEKS. Skipanin er keypt frá Intra, og brøðurnir Jaspur…
Rørslureikan er eitt átak hjá Mentanarnevndini og Trivnaðar- og Umhvørvisnevndini, sum hevur til endamáls at stuðla undir heilsuna og trivnaðin hjá vestmenningum við tiltøkum og sosialari samveru. Nógv hevur verið á skránni hesar dagarnar, m.a. hondbóltfitness, eldrakafe, bindikvøld, dipping og hagatúrur. Tikið var væl undir við tiltøkunum, og aldurspennið hevur verið breitt. Rørslureikan var samstundis…
Ítróttarhøllin í Vestmanna húsar nógvum virksemi, tí má hon eisini viðlíkahaldast. Í summar verður gólvið lakerað, soleiðis at høllin aftur er klár áðrenn venjingar og skúlin byrja aftur. Hetta merkir at høllin verður stongd frá mánadegnum 17. juni 2024 til skúlin letur upp aftur.
Orsaka av at bingjan til húsarhaldsposar enn er full, verður ikki tikið ímóti húsarhaldsposum í dag, hósdag 13. juni, sum ætla. Bingjan til húsarhaldsposar bleiv ikki tømd í dag sum ætla, tískil verður enn ikki tikið ímóti húsarhaldsposum. Skilagátt tekur tó ímóti øllum øðrum burturkasti. Til ber at lata húsarhaldsposar aftur til Skilagátt í…
Vestmanna Kommuna heldur áfram við at týna skøru. Í hesum sambandi verður heitt á íbúgvar í kommununi um at boða frá, hvar skøra er, soleiðis at týningin gerst so munadygg sum gjørligt. Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú boða frá á tlf. 770 100 ella vestmanna@vestmanna.fo Sí nærri kunning…
Almennur bygdarráðsfundur verður mikudagin 19. juni 2024, kl. 17.00, á kommunuskrivstovuni. Til viðgerðar fyri opnum hurðum Mál 290 Eykajáttan til brunatrygd í Vestmanna skúla J.nr.: 30102-1-2023 Mál 291 Endurgjald fyri manglandi barnaansing J.nr.: 10000019-2-2024 Mál 292 Keyp av neystalendi J.nr.: 8202002-4-2024 Bjørg á Rógvi, borgarstjóri Vestmanna 13. juni 2024
Orsaka av at bingjan til húsarhaldsposar er full, verður ikki tikið ímóti húsarhaldsposum í dag, mikudag 12. juni. Skilagátt tekur tó ímóti øllum øðrum burturkasti. Til ber at lata húsarhaldsposar aftur til Skilagátt í morgin, hósdagin 13. juni. Skilagátt er opið hesar tíðir: mánadag til fríggjadag frá kl. 16.00 til 18.00. leygardag frá kl. 14.00…
Barnaverndartænastan í VEKS søkir eftir sosialráðgeva til Barnaverndartænastuna í tíðarskeiðinum 1. september 2024 – 31. august 2025. Talan er um fulltíðarstarv. Barnaverndartænastan arbeiðir sambært lóg um barnavernd. Barnaverndartænastan í VEKS, umfatar Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda kommunur. Talan er um eitt avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi við góðum starvsfeløgum. Viðkomandi fer í tøttum samstarvi…
Nú summarið er byrjað, heita vit á fólk um at klippa av trøum og runnum móti gøtu, vegi og almennum øki. Tað er umráðandi fyri trygdina og trivnaðin, at runnar og annar vøkstur út móti vegi, skeltum, grannum og serliga vegamótum verður kliptur. Trøini skulu klippast heilt inn til mark móti almennum vegi. Um…
Ungdómshúsið Staðið letur upp aftur í dag 11. juni 2024. Øll ung frá 6. flokki til og við 18 ár, eru vælkomin at hugna sær við kreativum verkstovum ella at hugna sær við tónleiki, sjónvarpið, spæla pool, borðspøl, playstation, borðfótbólt, borðtennis o.a. Les meira her:
Almennu vesini inni á Fjørð og undir havnaskrivstovuni verða vaskaði í dag. Almennu vesini í kirkjugarðinum verða vaskaði í morgin. Hetta merkir at øll tey almennu vesini hava opið aftur sum vanligt frá týskvøldinum 11. juni 2024. Vesini hava opið frá klokkan 08:00 til klokkan 20:00.
Nú verkfallið er av, hevur Skilagátt opið aftur sum vanligt. Skilagátt er opið hesar tíðir mánadag til fríggjadag frá kl. 16.00 til 18.00. leygardag frá kl. 14.00 til 17.00.
Nú verkfallið er av, byrjar ruskinnsavningin aftur. Vit seta eyka orku inn og heinta gráu húsarhaldsposarnar eftir vanligu rutuni hjá IRF. Møguliga verður tó onkur tillaging gjøgnum vikuna, tí talan er um sera nógvar húsarhaldsposar. Hvítu posarnar heinta vit væntandi aftur í næstu viku. Vit vilja heita á borgarar um at seta húsarhaldsposarnar tætt við…