Tíðindi

Hvussu hevur tín grái posi tað?

Gráa ruskposan kenna vit øll, tí hann verður brúktur til dagliga húsarhaldsruskið. Hvørja viku heinta innsavnarar frá IRF gráa posan, og tú varnast alt fyri eitt, hvussu týdningarmikið innsavningararbeiðið er, um ruskið av onkrari orsøk ikki verður heintað. Tí er skilagott at kanna, um tín grái posi livir upp til krøvini í dagførdu reglugerðini, sum…

Tíðindi

Í kvøld letur STAÐIÐ upp aftur

STAÐIÐ letur upp aftur kl. 18:00 í kvøld (týskvøld 15. aug.). Nú vit enn einaferð bjóða einum nýggjum 7. flokki vælkomnum á STAÐIÐ, fara vit at hugna okkum í eina heila viku. Í kvøld fáa tit eisini at vita, hvat vit fara at gera komandi dagarnar, og hvørjar verkstovur verða á skránni í vetur. Vit…

Tíðindi

Í kvøld tulka vit sangir hjá Andreasen

Kl. 20:00 í kvøld, tann 8. september, verður konsert í Silkienni, har vit fara at hoyra sangir úr sangbókunum 100 sangir, Heiðaljóð og Flykrur, hjá Andreas Andreasen.   Skráin til Vestmannadagar   Andreasen, sum hann varð kallaður, er føddur í Vestmanna 26. mars 1906. Serliga eru tað skúlabørnini, sum hava fingið gleði av hansara arbeiði.…

Tíðindi

Í kvøld verður ferðavinnukvøld um heimablídni og landbúnaðarferðavinnu

Vaksandi áhugin millum føroyingar og ferðandi fyri náttúruupplivingum og tí føroyska tilfeinginum, letur upp fyri nýggjum møguleikum innan landbúnaðin.   6. mars skipar Vestmanna kommuna fyri forvitnisligum fyrilestrum, um hvussu landbúnaður og heimblídni kann skapa eina ferðvinnuuppliving. Heidi Holm, verkætlanarfólk á Visit Faroe Islands fer at greiða frá um landbúnaðarferðavinnu og nýskapan í landbúnaðinum.  …

Tíðindi

Íbúðarbygningur reistur

Ein nýggjur íbúðarbygningur varð reistur í Vestmanna í morgun. Talan er um ein bygning á Bakka við fýra íbúðum á 74 fermetrar. Byrjað var at seta lidnu elementini upp mánadagin og nú er bygningurin reistur. Tað er byggifyritøkan við Hjarvardi Kjærbæk, ið letur íbúðirnar byggja. EYA arkitektar hava teknað.   Stórur eftirspurningur Í 2022 umbygdi…

Íkomna koronustøðan ávirkar útibarnagarðin Látipípuna.

Kommunan samskiftir við heilsufakliga myndugleikan um íkomnu koronustøðuna. Sambært tilmælinum verður støða tikin lokalt í hvørjum tilburði sær. Lars Fodgaard Møller landslækni, kemur við hesum tilmælum um íkomnu støðuna í Látipípuni. ”Med 5 tilfælde blandt 15 børn på en uge hvor de 3 er fra torsdag og fredag, så er der desværre meget stor risiko…

Tíðindi

Influensukoppseting av børnum 2-6 ár

Nú er møguligt hjá børnum millum 2-6 ár, at fáa koppseting móti influenzu. Koppsetingin er eitt nasapístr í hvønn nasaglugga, og skal endurtakast eftir 4 vikum. Koppsetingin er ókeypis. Vit vilja hervið eisini minna á, at enn er møguligt hjá eldri borgarum at fáa koppseting móti influenzu. Tíð kann fáast við at skriva á minlaekni.fo…

Tíðindi

Innsavningin av ruskposum forskotin ein dag

Innsavningin forskotin ein dag Vikuna eftir páskir er innsavningin av húsarhaldsposum á flestu støðum forskotin ein dag.   Tó verða teir posar, sum vanliga verða tiknir hósdag, eisini tikinir hósdag eftir páskir og ikki fríggjadag.

Tíðindi

Innsavningin av ruskposum – IRF

Innsavningin nógv tarnað hesa vikuna Fleiri húsarhaldsposar standa eftir hesa vikuna, hetta vegna kava og hálku. Um tín posi ikki er heintaður, kanst tú seta tveir gráar posar út í komandi viku. Vit vóna, at tit halda okkum til góðar og vísa tolsemi.

Tíðindi

Innsavningin av ruskposum nógv tarnað hesa vikuna

Innsavningin nógv tarnað hesa vikuna Húsarhaldsposar verða heintaðir í dag, men væntast kann, at nógvir posar standa eftir, um vegirnir ikki eru grivnir, um leiðin til ruskstativið ikki er ruddað fyri kava ella um stativið ikki fæst upp. Verður tín posi ikki heintaður, kanst tú seta tveir gráar posar út í komandi viku, ella tú…

Tíðindi

Innsavningin eftir páskir

Vikuna eftir páskir er innsavningin av húsarhaldsposum á flestu støðum forskotin ein dag. Tó verða teir posar, sum vanliga verða heintaðir hósdag, eisini heintaðir hósdag eftir páskir og ikki fríggjadag.   Undantøk: Húsarhaldsposarnir á Skála, Strondum, Innan Glyvur, í Syðrugøtu, Norðragøtu, Gøtugjógv, Runavík, Saltangará og á Glyvrum verða heintaðir mikudagin, 12. apríl, sum vanligt er.…

Tíðindi

Innskriving av næmingum í 1. flokk

Orsakað av korona farsóttini verður ongin vanlig innskriving í skúlanum í ár. Innskrivingin verður í staðin gjørd talgild í leinkinum herundir. Toymið í komandi 1. flokki verður Vagnur Streymoy, ið verður flokslærari og Laila Haldansen, ið kemur at hava føroyskt. Far til innskriving. Innskrivingin letur aftur týsdagin 19. jan. 2021 kl. 23.59. Vinarliga Marin S.…

Tíðindi

Innskriving av næmingum í 1. flokk

Innskriving av næmingum í 1. flokk í Vestmanna skúla, skúlaárið 2022/2023, verður í døgunum 17. – 19. januar 2022. Innskrivingin verður gjørd talgild í leinkinum herundir. Flokslærari í komandi 1. flokki verður Jakoba Nielsen.   Innskrivingin letur aftur mikudagin 19. jan. 2022 kl. 23.59. FAR TIL INNSKRIVING.

Tíðindi

Innskriving í 1. flokk skúlaárið 2025/26

Mikudagin 22. januar kl. 16.00 verður innskriving í Vestmanna skúla. Góðu foreldur og avvarandi. Mikudagin 22. januar kl. 16.00 verður innskriving í Vestmanna skúla. Havið dóps- ella navnabræv við. Vinaliga útfyllið innskrivingarskjalið í leinkinum niðanfyri, áðrenn tit møta – tó seinast mánadagin 20. januar. Innskrivingarskjal Leiðslan, Vestmanna Skúli

Tíðindi

Innskriving í 1. flokk skúlaárið 2026/27

Mikudagin 28. januar kl. 16.00 verður innskriving í Vestmanna skúla. Góðu foreldur og avvarandi. Mikudagin 28. januar kl. 16.00 verður innskriving í Vestmanna skúla. Havið dóps- ella navnabræv við. Vinaliga útfyllið innskrivingarskjalið í leinkinum niðanfyri, áðrenn tit møta – tó seinast mánadagin 26. januar. Innskrivingarskjal   Leiðslan, Vestmanna Skúli

Tíðindi

Innskriving til 1. flokk skúlaárið 2024/25

Mikudagin 24. januar kl. 17 verður innskriving í Vestmanna skúla. Foreldur/avvarandi verða vinaliga biðin um at: hava dóps- ella navnabræv við. útfylla hetta innskrivingarskjalið, áðrenn møtt verður – tó seinast mánadagin 22. januar.   Leiðslan  

Tíðindi

IRF ber nýggjar posar út í viku 11 og 12

IRF ber nýggjar posar út í viku 11 og 12 Í viku 11 og 12 bera vit posar út til hvørt húski í limakommununum. Hesa ferð bera vit trý sløg av posum út: gráar, hvítar og reyðar posar. Gráa rullið er rullað inn í ein reyðan posa, so minst til at taka gráa rullið úr…

Tíðindi

IRF ber nýggjar posar út í viku 12 og 13

Í viku 12 bera vit rull við gráum posum út, og í viku 13 verða tey hvítu rullini borin út. Tvær ferðir árliga verða 28 gráir posar bornir út. Hetta strekkir til, at IRF heintar ein posa um vikuna, umframt at hvørt húski hevur tveir eykaposar til hvørt hálvár.   Eyka gráir posar kunnu keypast…

Tíðindi

Ítróttahøllin dagførd

Nógv er hent í ítróttahøllini í ár, serliga í atknýttum hølum til sjálva høllina. Vestmanna ítróttahøll varð tikin í nýtslu í 1986 og at kalla einki er broytt ella útskift síðan, hóast virksemið er nógv og hevur verið tað alt árið runt í skjótt 40 ár út í eitt. Stórt viðlíkahaldsarbeiði er tí gjørt í…

Tíðindi

Janus, Fróði og veltan

Janus úr Dímun og Fróði Skúvadal – sum so hugagóðir settu eplir niður í góðveðrinum í gjárkvøldi – fegnast um møguleikan, at kunna leiga jarðarstykki frá kommununi. “Hetta er eitt frálíkt hugskot” – Fróði Skúvadal   Vestmanna Kommuna bjóðaði í apríl 2022 lendið omanfyri Grótbrotið í Stóragerði til velting og aðra gróðurseting. Øll, sum tá…

Tíðindi

Jarðarinnar tími

Jarðartímin, Earth Hour, verður hildin leygarkvøldið 22. mars kl. 20.30. Eisini í Vestmanna. Hendan tíman, tá ið vit varpa ljós á veðurlagsbroytingar og umhvørvi, verða øll almenn ljós í kommununi sløkt. Tað var í 2009, at tað á fyrsta sinni var skipað fyri tíma jarðarinnar. Í dag verður tímin hildin um allan heim. Tú kanst…

Tíðindi

Jasmin Moté – Jólakonsert í Krambúðini

Í samband við jólasøluna í Krambúðini, verður Jólakonsert við Jasmin   Nær: Fríggjakvøld 16. desember, kl. 20:30 Hvar: Krambúðin í Vestmanna Sí tiltak í kalendaranum: Jasmin Moté – Jólakonsert Jasmin Moté syngur og Vinjar Egilsnes Petersen spælir klaver.