Tíðindi

Havnargøta stongd 11. mai 2024

Ì samband við arbeiðið at fyrireika Bátastevnuna, verður partur av Havnargøtu stongd frá klokkan 09:00 og so leingi arbeiðið varir. Í hesum tíðarskeiðum verður ferðslan víst til Bakkaveg.  

Tíðindi

Kunnandi fundur um nýggjar bátabrúgvar

Fundurin verður í Sýsluni, Bakkavegur 20, 15. mai kl. 16.00. Evnið á fundinum er útskifting av bátabrúgvum. Bátahylurin skal dýpast í summar. Um mánaðarskiftið mai/juni 2024 verður farið undir arbeiðið, og tá skulu allir bátar úr bátahylinum. Gomlu brúgvarnar skulu beinast burtur og uttasta brúgvin loysast, áðrenn sandbátur kann byrja at dýpa.   Vestmanna Havn…

Tíðindi

Myndir frá Válan í Vestmanna 2024

Fýra ymisk støð vóru pallar til fýra ymisk tónleikanøvn. Døgg Nónsgjógv, Jazzygold, Sakarias Joensen og Tinganest. Pallarnir vóru í Kirkjuni, í Vektarbúðini, á Staðnum og í Silkienni.   Takk fyri hesaferð.   Myndir frá Ditte Mathildu Joensen síggjast her

Tíðindi

Nýtt skip til Vestmanna í dag

Vesturbúgvin kemur á Vestmanna í dag tann 6. mai 2024. Í tí sambandi verður skipað fyri móttøku á kaiini kl. 18.00. Øll eru hjartaliga vælkomin.   Vestmanna Kommuna fegnast um, at eitt nýtt skip kemur til bygdina og ynskir eigarunum hjartaliga til lukku og blíðan byr.   Tað er partafelagið Vesturbúgvin, sum hevur keypt skipið.…

Tíðindi

Niðari Vegur stongdur fyri gjøgnumkoyring 6. – 10. mai.

Ì samband við arbeiðið at breiðka Niðara Veg, verður vegurin stongdur fyri gjøgnumkoyring. Niðari Vegur verður stongdur fyri gjøgnumkoyring  mánadagin 6. mai, týsdagin 7. mai, mikudagin 8. mai og fríggjadagin 10. mai frá kl 8.00 til 16.00. Vegurin er stongdur frá omankoyringini til kappróðrarneystið til Niðara Veg 41. Í hesum tíðarskeiðum verður ferðslan víst til…

Tíðindi

Closed for Maintenance í Vestmanna

Í morgin 2. mai 2024 koma sjálvboðin til Vestmanna at arbeiða framvið Fossá. Tað er í samband við ‘Closed for Maintenance, Open for Voluntourism’ átakið, sum Visit Faroe Islands skipar fyri saman við kommunum og kunningarstovum kring landið.   Í Vestmanna fara tey at gera eina gøtu frá ovaru brúgv um Fossá og niðan til…

Tíðindi

Hans Marius settur í starv sum leiðandi húsavørður

Hans Marius M. Olsen er settur í starv sum leiðandi húsavørður hjá kommununi. Vestmanna Bygdarráð samtykti á fundi tann 27. mars 2024 at bjóða Hans Marius starvið sum leiðandi húsavørður fyri Vestmanna kommunu. Hann tekur við starvinum í dag 1. mai 2024. Hans Marius hevur starvast hjá entreprenør fyritøkuni KJO í 20 ár, seinastu 10…

Tíðindi

Vestmanna kommuna samstarvsfelagi í ABC

Vestmanna kommuna hevur gjørt av at vera við í ABC fyri sálarliga heilsu. Hetta fyri at geva vestmenningum enn betri karmar og íblástur at savnast til tiltøk, har fólk kunnu hugsavna seg og vera virkin saman. Tað, at fólk trívast og føla seg sum part av einum góðum felagsskapi, hevur alstóran týdning fyri einstaka menniskjað,…

Tíðindi

1. mai-hald á Reyða Torginum í Vestmanna

Altjóða verkafólkadagurin verður hildin á Reyða Torginum í Vestmanna mikudagin 1. mai kl. 16:00. Hetta er tíggjunda ferðin vit halda 1. mai í Vestmanna, síðan byrjað varð í 2014. Tað ringasta korona-árið fór burturímillum.   Røðarar hesaferð verða Beinta Klakstein, nevndarlimur í Føroya Pedagogfelag, Uni Arge, rithøvundur, og Uni Holm Johannesen, løgtingsmaður. Vestmanna Hornorkestur spælir…

Tíðindi

Skráin til Válan í kvøld

Kl. 20:00 fara vit at vála saman við Døgg Nónsgjøgv, Jazzygold, Sakaris og Tinganest. Armbond fáast við at vísa atgongumerki á kommunskrivstovuni frá kl. 18:00 – 20:00. Tú skalt vísa armband á hvørjum konsertstað. Keyp atgongumerki her   Møguleiki verður at vála víðari á Disvoy og Faer Isles Distillery.   SAKARIS hevur verið ein støðugur…

Tíðindi

Myndir og flaggdagsrøðan hjá Janus úr Dímun

Nógv fólk vóru samankomin á Reyða torginum á flaggdegnum. VÍF skipaði fyri skrúðgongu, Vestmanna Hornorkestur spældi, Janus úr Dímun flutti fram røðu, vit sungu felagssang og runnu flaggdagsrenning. Stóra takk fyri ein hugnaligan dag øll somul, bæði øll tit, sum skipaðu fyri og tit, sum vóru gestir. Ditte Mathilda Joensen tók myndir av løtuni. Myndafrásøgnin…

Tíðindi

Flaggdagsrenningin 2024

Aftur í ár verður Flaggdagsrenning í Vestmanna. Til ber at tekna seg til renningina við at senda eini boð til Kristinu Sundstein Borgarlíð ella Jónvu Ellingsgaard umvegis messenger, ella á tlf.nr. 59 10 73 ella 23 02 83. Viðmerk hvønn tein tú skalt renna, og hvønn bólk tú skalt í. Freistin at boða frá luttøku…

Tíðindi

Leygarkvøldið fara vit at vála – kom við!

Vit gleða okkum til at síggja tykkum øll komandi leygarkvøld, 27. apríl, tá vit aftur fara at vála í Vestmanna.   Keyp atgongumerki her   Armbond kunnu fáast við at vísa QR-kotu/atgongumerki á kommunskrivstovuni yrkadagar ímillum kl. 9-15 og leygardagin 27. apríl frá kl. 18-20, tá tiltakið byrjar. Tú skalt vísa armband á hvørjum konsertstað,…

Tíðindi

Eingin gjøgnumkoyring eftir Niðara Vegi

Ì samband við arbeiðið at breiðka Niðara Veg, verður vegurin stongdur fyri gjøgnumkoyring. Niðari Vegur verður stongdur fyri gjøgnumkoyring hesar dagar: Í dag, týsdag 23. apríl, kl. 13:00 – 18:00 Í morgin, mikudag 24. apríl, kl. 08:00 – 16:00 Mánadag til og við fríggjadag í komandi viku, vika 18, kl. 08:00 – 18:00 (dagføring 2.…

Tíðindi

Flaggdagshaldið 2024 á Reyða torginum

Flaggdagshald kl. 15:00 á Reyða torginum. VíF skipar fyri skrúðgongu frá skúlanum kl. 14.45 har øll eru vælkomin at ganga við.   Laila Haldansen, forkvinna í Mentanarnevndini, bjóðar vælkomin Vestmanna Hornorkestur spælir Felagssangur: Sjá tú blánar Janus úr Dímun heldur røðu Felagssangur: Tú alfagra land mítt   Eftir haldið verður Flaggdagsrenning, og kommunan bjóðar drekkamunn…

Tíðindi

Hølini undir heilsumiðstøðini eita nú Kongskjallarin.

Eftir ynski frá dagstovnaøkinum samtykti Vestmanna Bygdarráð á fundi 17. apríl 2024 at geva hølunum undir heilsumiðstøðini navnið Kongskjallarin.   Dagstovnaøkið vildi, at hølini fingu navnið Kongskjallarin við tí einføldu grundgeving, at bygningurin stendur á økinum Kongsteigar.   Á Kongsteigum eru góðar umstøður við plenuni, spæliplássi og skúlanum, og í nærumhvørvinum liggja Gjógvará og viðarlundin,…

Tíðindi

Fráboðan um fund í Náttúrufriðingarnevndini

Við hesum verður boða til ástaðarfund í nevndini mikudagin 24. apríl 2024 kl 10:00. Møtt verður á Hallarvegi 16, frammanfyri Ítróttarhøllina í Vestmanna. Til viðgerðar: Umsókn frá RÁD, Rágevandi Verkfrøðingum vegna Vestmanna kommunu um loyvi at byggja skúlabygningarnar báðumegin Gjógvará saman við nýggjum bygningi yvir um ánna.   Eigarar, brúkarar ella onnur, ið hava rættindi,…

Tíðindi

Tjóðleikhúsið vælkomið til Vestmannar

Vestmanna kommuna bjóðar Mentamálaráðnum at byggja Tjóðleikhúsið í Vestmanna og hevur eitt øki á 10.000 fermetrar tókt Inni á Fjørð, sum bæði rúmar sjálvum bygninginum og góðum parkeringsmøguleikum í nærumhvørvinum.   Tjóðleikhúsið hevði ligið tætt við, har tunnilin fer at koma inn í bygdina, og hevði bygningurin tikið seg væl út í avbera vakra umhvørvinum…