Tíðindi

Innskriving til 1. flokk skúlaárið 2024/25

Mikudagin 24. januar kl. 17 verður innskriving í Vestmanna skúla. Foreldur/avvarandi verða vinaliga biðin um at: hava dóps- ella navnabræv við. útfylla hetta innskrivingarskjalið, áðrenn møtt verður – tó seinast mánadagin 22. januar.   Leiðslan  

Tíðindi

IRF ber nýggjar posar út í viku 11 og 12

IRF ber nýggjar posar út í viku 11 og 12 Í viku 11 og 12 bera vit posar út til hvørt húski í limakommununum. Hesa ferð bera vit trý sløg av posum út: gráar, hvítar og reyðar posar. Gráa rullið er rullað inn í ein reyðan posa, so minst til at taka gráa rullið úr…

Tíðindi

IRF ber nýggjar posar út í viku 12 og 13

Í viku 12 bera vit rull við gráum posum út, og í viku 13 verða tey hvítu rullini borin út. Tvær ferðir árliga verða 28 gráir posar bornir út. Hetta strekkir til, at IRF heintar ein posa um vikuna, umframt at hvørt húski hevur tveir eykaposar til hvørt hálvár.   Eyka gráir posar kunnu keypast…

Tíðindi

Ítróttahøllin dagførd

Nógv er hent í ítróttahøllini í ár, serliga í atknýttum hølum til sjálva høllina. Vestmanna ítróttahøll varð tikin í nýtslu í 1986 og at kalla einki er broytt ella útskift síðan, hóast virksemið er nógv og hevur verið tað alt árið runt í skjótt 40 ár út í eitt. Stórt viðlíkahaldsarbeiði er tí gjørt í…

Tíðindi

Janus, Fróði og veltan

Janus úr Dímun og Fróði Skúvadal – sum so hugagóðir settu eplir niður í góðveðrinum í gjárkvøldi – fegnast um møguleikan, at kunna leiga jarðarstykki frá kommununi. “Hetta er eitt frálíkt hugskot” – Fróði Skúvadal   Vestmanna Kommuna bjóðaði í apríl 2022 lendið omanfyri Grótbrotið í Stóragerði til velting og aðra gróðurseting. Øll, sum tá…

Jarðarinnar tími

Jarðartímin, Earth Hour, verður hildin leygarkvøldið 22. mars kl. 20.30. Eisini í Vestmanna. Hendan tíman, tá ið vit varpa ljós á veðurlagsbroytingar og umhvørvi, verða øll almenn ljós í kommununi sløkt. Tað var í 2009, at tað á fyrsta sinni var skipað fyri tíma jarðarinnar. Í dag verður tímin hildin um allan heim. Tú kanst…

Tíðindi

Jasmin Moté – Jólakonsert í Krambúðini

Í samband við jólasøluna í Krambúðini, verður Jólakonsert við Jasmin   Nær: Fríggjakvøld 16. desember, kl. 20:30 Hvar: Krambúðin í Vestmanna Sí tiltak í kalendaranum: Jasmin Moté – Jólakonsert Jasmin Moté syngur og Vinjar Egilsnes Petersen spælir klaver.

Tíðindi

Jasmin Moté – Jólakonsert í Krambúðini

Í morgin, fríggjakvøldið 16. desember kl. 20:30, verður Jólakonsert við Jasmin   Nær: Fríggjakvøld 16. desember, kl. 20:30 Hvar: Krambúðin í Vestmanna   Sí tiltak í kalendaranum: Jasmin Moté – Jólakonsert Jasmin Moté syngur og Vinjar Egilsnes Petersen spælir klaver.  

Tíðindi

Jóansøkubál og hugni

Børnini eru farin í summarfrí og summarið er yvir okkum. Tað verður hátíðarhildið fríggjakvøldið 26. juni, tá ið kommunan skipar fyri jóansøkubáli niðanfyri Johnsa handli.  Tú nýtist ikki at hugsa um nátturðan hetta kvøldið, tí grillaðar pylsur við tilhoyri verða at fáa, og ymisk leskandi verður til sølu – bæði til børn og vaksin. Eins…

Tíðindi

Johnsa handil verður endurskaptur

Ein tíðarlummi verður nú endurskaptur. Eyðkendi ljósaguli handilin við grønum og hvítum sprossavindeygum og reyðum taki niðri við sjóvarmálan, hevði virksemi til fyrst í 1990unum. Í 1996 keypti Vestmanna kommuna húsini. Síðan tá hevur søguligi handilin og tilhoyrandi Vektarbúð og íbúð, einans verið brúkt í samband við tiltøk í bygdini. Nú er ætlanin at fáa…

Tíðindi

Jól í Vestmanna

Fram til jóla eru nógv tiltøk í Vestmanna, sum vit kunnu gleða okkum til. Øll tiltøkini taka atlit til korona tilmælini og fyriskipararnir taka fyrivarni fyri møguligum broytingum, orsaka av møguliga hærdum korona tilmælum. Fleiri tiltøk verða løgd afturat skránni so hvørt.   Fr. 27. nov. kl. 17.00 Jólatræið verður tendrað Sára Jógvansdóttir, komandi bygdarráðslimur,…

Tíðindi

Jól í Vestmanna 

Fram til Jóla eru fleiri tiltøk í Vestmanna, sum vit kunnu gleða okkum til.   Ley. 18. nov. kl. 16.00 – 19.00  Jólamyndir í Vestmanna  Jólamyndatøka í Vestmanna. Bílegg pláss á ditte@veingir.com ella skriva beinleiðis til Jólamyndir í Vestmanna  Sun. 19. nov. kl. 14.00 Jólafest fyri børn í Missiónshúsinum Jólafest fyri børn verður í Missiónshúsinum.…

Tíðindi

Jólahugni á Staðnum

Staðið skipar fyri jólahugna fyri tey ungu í desember. Fríggjakvøldið 12. desember, frá klokkan 19:00, verður skipað fyri jólahaldi fyri 7. flokki til 17 ár. Opið er til klokkan 01.00. Týsdagin 16. desember, frá klokkan 15:00 til 18.00, verður jólahald fyri fyri 4. – 6. flokki. Tað verður ymiskt jólaligt á skránni, m.a. pakkaspæl og…

Tíðindi

Jólahugni í Miðhøllini

Í morgin, hósdagin 1. desember skipar Bókasavnið í Vestmanna fyri Jólahugna.   Nær: hósdagin 1. desember, kl. 16:00 – 18:00 Hvar: í Miðhøllini, í Vestmanna Skúla   Øll eru hjartaliga vælkomin til Jólahugnan, har vit klippa, klistra, líma og hugna okkum.

Tíðindi

Jólakonsert í Vestmanna Kirkju 12. desember

Vestmanna sangkór og Vestmanna barnakór bjóða øllum til hugnaliga jólakonsertí kirkjuni leygardagin 12. desember 2020 kl. 19:00. Kórini syngja vælkendar jólasangir, og okkurt vælkent er latið í nýggjan ham. Í Vestmanna sangkóri fegnast tey um at syngja við fleiri nýggjum kórlimum, sum eru komin aftrat í ár. Vestmanna barnakór kemur at syngja við glaðum og…

Tíðindi

Jólasøla í Krambúðini

Aftur í ár skipar Norðstreymoyar heimavirkisfelag fyri jólasølu í Krambúðini í Vestmanna. Sum vant lata vit upp eftir at jólatræið í Vestmanna er tendrað. Tað er sera dygdargóð og fjølbroytt vøra til keyps, ið limir felagsins hava virkað. Eisini ber til at keypa kaffi og te við onkrum afturvið. Soleiðis er Krambúðin opin jólamánaðin: Fríggjadag…

Tíðindi

Jólasøla í Krambúðini

Aftur í ár skipar Norðstreymoyar heimavirkisfelag fyri jólasølu í Krambúðini í Vestmanna. Sum vant lata vit upp eftir at jólatræið í Vestmanna er tendrað. Tað er sera dygdargóð og fjølbroytt vøra til keyps, ið limir felagsins hava virkað. Eisini ber til at keypa kaffi og te við onkrum afturvið.   Soleiðis er Krambúðin opin jólamánaðin:…

Tíðindi

Jólatiltakið á Torginum framskundað

Veðurforsøgnirnar boða frá nógvum regni allan fríggjadagin, tá ið jólatræið og jólaljósini á Torginum eftir ætlan skuldu tendra. Fyri at kunna halda fast í verandi skrá, har ljóð og undirhald er í hásæti, og fólk kunnu fáa turrar bollar og kakao við ongum regndropum í, verður tiltakið framskundað til í annaðkvøld klokkan 18.00 ístaðin. Vit…

Tíðindi

Jólatræ úr egnari viðarlund

At hugsa grønt og endurnýta verður eisini ein partur av jólahugnanum í Vestmanna í ár. Stóra jólatræið, sum fer at prýða Torgið og bygdina um jólini, er úr viðarlundini í bygdini.  Fyrstu trøini í viðarlundini vórðu sett niður av skúlanæmingum á vári í 1990. Síðan tá er viðarlundin vaksin nógv í vavi og í dag…

Tíðindi

Jólatræið verður tendrað

Jólatræið í Vestmanna verður tendrað fríggjadagin 25. november kl. 17:00   Laila Haldansen, bygdarráðslimur, bjóðar vælkomin, Maria Summers Nolsøe heldur røðu, og Hornorkestri, Vestmanna Sangkór og Barnakóri framføra nøkur jólaløg.   Jólamennirnir koma við pakkum til børnini, og aftaná verður boðið til kakao og bollar uttan fyri Staðið.   Tá ið haldið á Torginum er…

Tíðindi

Jólatræið verður tendrað

Jólatræið í Vestmanna verður tendrað fríggjadagin 24. november kl. 17:00   Laila Haldansen, forkvinnan í Mentanarnevndini, bjóðar vælkomin og Steintóra Gleðisheygg Joensen heldur røðu. Hornorkestrið, Vestmanna Sangkór og Barnakórið framføra nøkur jólaløg.   Jólamennirnir koma við pakkum til børnini, og aftaná verður boðið til kakao og bollar uttan fyri Staðið.   Tá ið haldið á…