Partur av Bakkavegi stongdur

Í samband við tiltak á vestmannadøgunum verður Bakkavegur stongdur fyri allari ferðslu frá Torginum út til Sýslumanshúsini frá fríggjadegnum kl. 12 til mánamorgunin.

Tíðindi

Parkering á Bakkavegi

Festivaltjøld verða sett upp á parkeringsøkinum á Bakkavegi, í samband við Vestmannadagarnar, í morgin, hósmorgun 4. september. Heitt verður tí á bileigarar, um ikki at hava bilin standandi á parkeringsbásunum millum Kommunuskrivstovuna og Staðið frá klokkan 8 í morginárini.

Tíðindi

Pakkaboksir í Vestmanna

Nú nýtist tú hvørki at hugsa um bíðirøðir ella upplatingartíðir, nú er pakkaboks eisini sett upp í Vestmanna. Pakkaboksin stendur á Magn støðini, sum er opin hvønn dag.   Vestmanna kommuna vil fegin takka Súsonnu Danielsen og Anju Eydnudóttir, eigarar av Magnstøðini í Vestmanna, fyri sýnda samfelagssinn. Vestmanna kommuna ynskir tænastuni hjartaligari vælkomnari, hettar verður…

Tíðindi

P-básar til stór akfør

Kommunan er farin í holt við at gera parkeringsbásar til stór akfør á kaiini.  Fyri at fáa betur skipaði viðurskifti á havnarøkinum, hevur Vinnu- og havnarnevndin valt at parkeringsbásar skulu gerast. Á hendan hátt hava vinnuaktørar eitt avsett øki, har teir kunnu seta síni stóru akfør, og tað slepst undan óskynsamari parkering. Parkeringsbásarnir vera á…

Tíðindi

Ovari Vegur stongdur fyri gjøgnumkoyring

Í samband við arbeiði verður Ovari Vegur stongdur fyri gjøgnumkoyring. Ovari vegur – Inni á Fjørð – verður stongdur í morgin, týsdag 19. august, frá kl. 10:00 til arbeiðið er liðugt. Í hesum tíðarskeiði verður ferðslan víst til Niðara Veg.

Tíðindi

Ovari Vegur stongdur fyri gjøgnumkoyring

Í samband við arbeiði verður Ovari Vegur stongdur fyri gjøgnumkoyring. Ovari vegur – Inni á Fjørð – verður stongdur mikudagin 2. apríl frá kl. 09:00 til arbeiðið er liðugt. Í hesum tíðarskeiði verður ferðslan víst til Niðara Veg.

Tíðindi

Ovari Vegur stongdur fyri gjøgnumkoyring

Í samband við arbeiði verður Ovari Vegur stongdur fyri gjøgnumkoyring. Ovari vegur – Inni á Fjørð – verður stongdur mánadagin 16. desembur frá kl. 08:00 til arbeiðið er liðugt. Í hesum tíðarskeiði verður ferðslan víst til Niðara Veg.

Tíðindi

Ov gamlir oljutangar kunnu verða ólógligir

Minst til at kanna og skráseta tín oljutanga, tí frá fyrsta januar 2026 gerast fleiri ólógligir. Higartil hevur kunngerðin um oljutangar (2018) kravt, tangar við ókendum framleiðsluári ella tangar, sum ikki eru góðkendir ella hava ókenda konstruktión ella ókent tilfar, skulu verða tiknir úr nýtslu í húsum, sum eru bygd fram til og við 1980.…

Tíðindi

Óstøðugt vatntrýst í ytsta parti av bygdini

Aftur í dag verður arbeitt uppá vatnveitingina og verður tískil óstøðugt vatntrýst í niðasta parti av Hornavegi og ytsta parti av bygdini. Óvist er, nær vatnveitingin verður støðug aftur, men einaferð út á seinnapartin skuldi arbeiðið verið liðugt.

Tíðindi

Óstøðugt vatntrýst

Vatnverkið hevur verið undir stórum trýsti seinastu dagarnar. Nú streymslit eisini hevur verið, kunnu borgarar uppliva óstøðugt vatntrýst í kvøld og í nátt.

Tíðindi

Óstøðugt vatntrýst

Óstøðugt vatntrýst er í ovara parti av Miðalsbrekku og uppi í Vestri. Arbeitt verður við pumpuskipanini í løtuni. Óvist er, nær vatnveitingin verður støðug aftur.