Almenna vesið er stongt
Vegna máliarbeiði, er almenna vesið í grøna skúrinum við bátahylin Inni á Fjørð stongt frá í dag, mikudag 17. desember, til og við týsdagin 23. desember.
Vegna máliarbeiði, er almenna vesið í grøna skúrinum við bátahylin Inni á Fjørð stongt frá í dag, mikudag 17. desember, til og við týsdagin 23. desember.
Almennu vesini inni á Fjørð og undir havnaskrivstovuni verða vaskaði í dag. Almennu vesini í kirkjugarðinum verða vaskaði í morgin. Hetta merkir at øll tey almennu vesini hava opið aftur sum vanligt frá týskvøldinum 11. juni 2024. Vesini hava opið frá klokkan 08:00 til klokkan 20:00.
Nú verkfall er, verður boðað frá, at øll almennu vesini í kommununi eru stongd frá í dag, mánadag 27. mai 2024 og so leingi verkfall er.
Barna- og Útbúgvingarmálaráðið: Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Onnu Mariu Reinert Jensen í starvið sum skúlastjóra í Vestmanna skúla frá 1. februar 2023 at rokna. Anna Maria Reinert Jensen er 52 ára gomul og býr í Hoyvík. Hon tók læraraprógv í 1994 og eftirútbúgving í námsfrøðiligari leiðslu í 2020. Harumframt…
SEV fer í næstum undir kaðalarbeiði á Leitisvegi – byrjað verður ætlandi týsdagin. Í fyrstu syftu verður arbeitt ímillum Leitisveg 9 og 13. Ætlanin er ikki at steingja vegin, men verður hetta neyðugt í løtum, verða jarnplátur tøkar til at leggja útyvir grevsturin, so neyðsendarakfør kunnu koyra eftir vegnum.
Hósmorgunin 2. juni verður arbeitt á Niðara Vegi uttanfyri Seglhúsið. Eingin koyring verður eftir Niðara Vegi, ímeðan arbeitt verður, tó Bygdaleiðir undantiknar.
Skrúvað verður fyri vatninum til ovara partin av Heygagøtu og part av Útibø týsdagin 18. februar frá kl. 10 til arbeiðið er liðugt
Næstu dagarnar fer Hiddenfjord at arbeiða upp á aliringar út fyri kappróðrarneystinum. Nógv hava varnast, at tveir stórir aliringar liggja á vágni í morgun. Hetta eru aliringar, sum verða umvældir og ringarnir hava hvørki net ella laks í. Tá ið arbeiðið er liðugt, verða ringarnir fluttir út á opnan sjógv til aling undir vágalandinum. Eru…
Á Vestmannadøgunum 2023 fer Vestmanna Bygdarráð at heiðra persóni ella felagsskapi, ið hevur skarað framúr til gagns fyri fókið og Vestmanna bygd. Ársins herðaklapp verður handað leygarmorgunin 9. september, í samband við at kommunan bjóðar øllum til morgunmat í ítróttarhøllini. Øll eru vælkomin at senda uppskot til kommuna um hvør skal fáa ársins herðaklapp. Í uppskotinum…
Enn ber til at senda uppskot til kommununa um hvør skal fáa ársins herðaklapp. Í uppskotinum – sum kann sendast uttan navn – skal grundgevast fyri, hví viðkomandi persónur ella felagsskapur eigur at fáa ársins herðaklapp 2023. Uppskotini kunnu latast í postkassan á Bakkavegi 8, ella sendast til vestmanna@vestmanna.fo í seinasta lagi í morgin, hósdagin…
Á Vestmannadøgunum 2024 fer Vestmanna Bygdarráð aftur at heiðra persóni ella felagsskapi, ið hevur skarað framúr til gagns fyri fókið og Vestmanna bygd. Ársins herðaklapp verður handað leygarmorgunin 7. september 2024, í samband við at kommunan bjóðar øllum til morgunmat í ítróttarhøllini. Øll eru vælkomin at senda uppskot til kommuna um hvør skal fáa ársins…
Enn ber til at senda uppskot til Vestmanna Bygdarráð um hvør skal fáa ársins herðaklapp. Í uppskotinum – sum kann sendast uttan navn – skal grundgevast fyri, hví viðkomandi persónur ella felagsskapur eigur at fáa ársins herðaklapp 2024. Uppskotini kunnu latast í postkassan á Bakkavegi 8, ella sendast til vestmanna@vestmanna.fo í seinasta lagi í…
Á Vestmannadøgunum 2025 fer Vestmanna bygdarráð aftur at heiðra persóni ella felagsskapi, ið hevur skarað framúr til gagns fyri onnur og fyri bygdina. Ársins herðaklapp verður handað leygarmorgunin 6. september, í samband við Vestmannadagar, tá ið kommunan bjóðar til morgunmat í ítróttarhøllini. Øll eru vælkomin at senda uppskot til kommuna um hvør hevur uppiborið at…
Á almennum fundi tann 31. mai 2021 varð ársroknskapurin hjá Vestmanna Kommunu fyri 2020 einmælt samtyktur Vestmanna Kommuna brúkt minni, enn samlaði játtanarkarmurin tilskilaði. Raksturin var 5,0 mió. kr. minni enn ætlað, meðan løgurnar eru 1,7 mió. kr. minni enn ætlað. Samantalt viðførir hetta, at kommunan er 6,6 mió. kr. niðan fyri ætlanarkarmin, áðrenn inntøkur.…
Á almennum fundi tann 1. juni 2023 varð ársroknskapurin hjá Vestmanna Kommunu fyri 2022 einmælt samtyktur. Vestmanna Kommuna brúkti væl minni, enn lagt var upp fyri í fíggjarætlanini fyri 2022. Raksturin og løgurnar vóru ávikavist 6,1 og 1,8 mió.kr. minni enn ætlað, og er kommunan sostatt 7,9 mió.kr. niðan fyri ætlanarkarmin áðrenn inntøkur. …
Á almennum fundi tann 29. mai 2024 varð ársroknskapurin hjá Vestmanna Kommunu fyri 2023 einmælt samtyktur. Vestmanna kommuna brúkti minni enn lagt var upp fyri í fíggjarætlanini fyri 2023. Raksturin og løgurnar vóru ávikavist 5,1 og 3,7 mió.kr. lægri enn ætlað. Størstu íløgurnar vóru gjørdar í vegagerð og í bátahylin. Høvuðsorsøkin til, at kommunan…
Á almennum fundi tann 18. juni 2025 varð ársroknskapurin hjá Vestmanna kommunu fyri 2024 einmælt samtyktur. Staðfest varð, at samlaðu inntøkurnar fyri 2024 vóru væl hægri enn roknað varð við í fíggjarætlanini. Fíggjarætlanin legði upp til, at samlaðu inntøkurnar fóru at verða 72,1 mió.kr., meðan roknskapurin vísir eina samlaða inntøku (netto) uppá 81,4 mió. kr.…
Eftir ætlan skuldi tað, sum manglar at asfaltera, verið asfalterað áðrenn summarfrítíðina. Men asfaltfyritøkan hevur nú boðað frá, at hetta klárar hon ikki. Fyritøkan kundi gjørt ein part av arbeiðinum, men mett verður, at best er at gera alt arbeiðið um somu leið. Fyritøkan hevur tí boðað frá, at asfaltliðið kemur til Vestmanna at asfaltera…
Hósdagin 22. juni verður asfalterað í Heygagøtu. Í hesum sambandi verður niðari partur stongdur frá kl. 8.30 til uml. kl. 15.00.
Umhvørvisstovan fer nú í holt við eina rottu-kampanju. Umhvørvisstovan hevur gjørt nakrar filmar, sum gera vart við ymiskt viðvíkjandi rottu – fráboðanarskyldu, týdningin av at ansa serliga væl eftir flutningi til rottufrí øki og annað. Filmarnir eru nokkso skemtiliga gjørdir, og fara allarhelst at fáa nógvar hyggjarar! Filmarnar verða eisini vístir á sosialum miðlum og…
Kunningarskriv frá Heimatænastuni í VEKS: Nú Koronasmittan aftur er staðfest í landinum, er alneyðugt, at hvørt einstakt starvsfólk, og hvør einstakur borgari, eru sera tilvitað um atferð, reinføri og fjarstøðu. Í fyrstu atløgu gera vit tí fylgjandi inntriv, í eini roynd at fyribyrgja, at smittan rakar okkara eldru borgarar og starvsfólk: Tað verður ikki møguligt hjá…
Fyri at tryggja, at øll børn koma og fara frá barnagarði trygt og væl, hevur kommunan uppmerkt við grønum ein teig á áleið 60 metrar á niðaru síðu móti Gjáarlon. Grøni teigurin er ætlaður til stutttíðarparkering til foreldur, tá ið tey fara við og eftir børnum. Á hendan hátt skulu børnini ongantíð tvørtum um vegin.…
Heitt verður á borgarar um ikki at koyra óneyðugt í bygdini í kvøld tann 16. desembur 2022. Bilar standa fastir og hettar ger tað torført at grava.
Kom við umborð verð partur av einum virknum toymi á føroya einasta ítróttadagstovni Søkt verður eftir tímaløntum avloysarum til frítíðarstovuna, barnagarðin og vøggustovuna. Talan er ikki um fast starv við føstum tímatali, men um avloysarar, um sjúka ella annað kemur fyri. Vit søkja eftir tímaløntum vikarum, ið kunnu byrja skjótast gjørligt. Tað er ein…