Tíðindi

Vestmannadagar: Skrá leygardag

Høvuðsdagurin á Vestmannadøgunum er sum vant leygardagurin og í ár er einki undantak. Vit byrja frá morgunstundini við stóra morgunmatinum í ítróttahøllini, har vestmenningar frá nær og fjar hittast til eina hugnaliga løtu. Ítróttahøllin verður karmur um tiltøkini til út á seinnapartin, tá Bakkavegur tekur yvir við undirhaldi, matmarknaði og konsertum v.m. til út á…

Tíðindi

Vestmannadagar: Skrá hósdag

Vestmannadagarnir vórðu skotnir í gongd í gjár við rennandi, glaðum børnum millum litføgur skíggj. Tað var ógvuliga góð undirtøka til litrenningina, og bæði í kafeini, til listaframsýningina og til bókaframløguna vóru sera nógv fólk. Veðrið var eisini av tí allar besta og líkt er til, at veðrið er við okkum aftur í dag.    …

Tíðindi

Vestmannadagar: Skrá fríggjadag

So herja vit á aftur við einum degi, á tremur við góðum tiltøkum fyri stór sum smá. Í dag er tað inni á Fjørð, at tað mesta fer fram, tá fyritøkur bjóða á gátt til ymiskt gott.     SKRÁIN FRÍGGJADAG 5. SEPTEMBER   MAGN:     07.00 – 11.00     MAGN BJÓÐAR KAFFI,…

Tíðindi

Vestmannadagar endaðu við eini stórfingnari gávu.

“Øldir brutu yvir fjarðasand, Fossá kveikti ljós í Føroya land, tín máltráður um fjøll, bar boð í hvørja høll, nýggjar tíðir yvir Vestmanna” (Kvøða til Vestmanna. Orð og lag: Martin Joensen) Í fagra veðrinum í gjár tann. 12. September var avdúkingin av Standmyndini av Ólavi á Heygum (1866-1923). Við Fossá í baksýni, hyggur Ólavur á…

Tíðindi

Vestmannadagar 2024 – Takk fyri í ár

Aldrin áður hava so nógv verið savnaðið á Vestmannadøgunum sum í ár. Vit takka fyri góðu móttøkuna og gleða okkum longu til viku 36 í 2025. Vestmannadagar er ein hátíðarvika, sum varpar ljós á alt tað, sum vit eru, og alt tað sum vit ynskja at verða. Hetta er ein vika, har vit savnast og…

Tíðindi

Vestmannadagar 2023 – Takk fyri í ár

Aldrin áður hava so nógv verið savnaðið á Vestmannadøgunum sum í ár. Vit takka fyri góðu móttøkuna og gleða okkum longu til viku 36 í 2024. Sí myndir frá døgunum niðast í skrivinum. Vit síggjast aftur til Vestmannadagar 5. – 8. septembur 2024.   Laila Haldansen, forkvinna í Mentanarnevndini, førdi fram røðu til felags morgunmatin.…

Tíðindi

Vestmannadagar 2022

Aftur í ár verður skipað fyri vælumtóktu Vestmannadøgunum. Í ár vera teir í viku 36, frá mánadegnum 5. september til sunnudagin 11. september. Vestmannadagar vóru fyrstu ferð í 2013. Hvørt ár eru dagarnir mentir nógv við fleiri og fjølbroyttari tiltøkum, og soleiðis er eisini hesaferð.   Nýtt, gott og gamalt Í ár verða nøkur nýggj…

Tíðindi

Vestmannadagar 2020 avlýstir

Vestmanna Bygdarráð avgjørdi týskvøldið 25. august 2020 endaligt at avlýsa Vestmannadagarnar 2020. Orsøkin er smittuvandin í samband við koronu-farsóttina. Vestmannadagarnir hava verið fyriskipaðir síðani 2013, og undirtøkan øll árini hevur verið sera góð. Tað er tí sera harmiligt at muga taka hesa avgerð, men vit meta tað ikki vera rætt at skipa fyri tiltøkum gjøgnum…

Tíðindi

Vestmannadagar 2020

Fyrireikingarnar til Vestmannadagarnir 2020, sum vera í døgunum 14. – 20. september eru nú væl áleiðis og nógv er á skránni, bæði nýggj tiltøk, og tiltøk, sum hava verið áður. Vit royna at miða breitt, so at tiltøk eru fyri allar aldursbólkar og ymisk áhugamál eisini. Skipað verður fyri fyrilestri um grindarakstur, áhugaverdum gongutúri við…

Tíðindi

Vestmannadagar 2020

Vestmannadagar 2020 vera í døgunum 14. til 20. september. Fyrireikingarnar eru farnar í gongd og vit kunnu lova tykkum eina spennandi skrá. Nøkur av teimum mest vælumtøktu tiltøkunum frá undanfarnu árum verða aftur á skránni hesuferð, men vit arbeiða eisini við fleiri nýggjum tiltøkum, sum tit kunnu gleða tykkum til.

Tíðindi

Vestmanna Skúli verður bundin í Skúlanet

Í dag skrivaðu Bjørg á Rógvi, virkandi borgarstjóri og Birgir av Steinum, vegna KT Landsins, undir avtalu um, at Vestmanna Skúli verður bundin í Skúlanet. Vestmanna Bygdarráð ynskir at raðfesta dátutrygdina í kommununi. Sáttmálin um Skúlanet er ein liður í hesum arbeiði. Skúlanet er skipað sum samstarv ímillum Undirvísingarstýrið, Nám, kommunur, skúlar, útbúgvingarstovnar og Gjaldstovuna,…

Tíðindi

Vestmanna skúli: Palli Joensen fer frá vegna aldur

Í samband við at Palli Joensen fer frá vegna aldur, verður fráfaringarhald í auluni í Vestmanna skúla hósdagin 20. juni. Góðu foreldur, næmingar og bygdarfólk Tað er við gleði og nakað av sorgblídni, at vit bjóða til fráfaringarhald fyri at heiðra Paula (Palla) Joensen, sum eftir 42 árum sum lærari í Vestmanna skúla, fer frá…

Tíðindi

Vestmanna mintist Prins Henrik og heiðraði tey sum menniskju.

Røðan sum Pauli Trónd Petersen, borgarstjóri, helt fyri hennara hátign Margretu drotning II.   God dag alle sammen og hjertelig velkommen. Jeg skal på vegne af Vestmanna kommune byde en særlig velkomst til Deres Majestæt Dronningen. — Det er præcis 100 år siden, at Vestmanna fik kongeligt besøg for første gang. I hvert fald, som…

Tíðindi

Vestmanna Kvøldskúli veturin 2020/2021

Veturin 2020/2021 bjóðar Vestmanna Kvøldskúli 21 ymiskt skeið út. Kvøldskúlaskráin kann lesast her. Tilmelding fer fram millum kl. 17 – 20 við at ringja til telefonnummarið, sum stendur við tey einstøku skeiðini. Seinasta freist at tekna seg er 13. oktober 2020. Skeiðini byrja eftir avtalu við læraran. Næmingarnir gjalda sjálvir tilfarið, ið nýtt verður. Luttøkugjaldið…

Tíðindi

Vestmanna kommuna sett mentanar- og ferðavinnumennara

Fríða Jóinsdóttir Joensen er sett í starvið sum mentanar- og ferðavinnumennari í Vestmanna kommunu. Fríða, sum er búsitandi á Eiði, er 39 ára gomul og hevur lisið tænastubúskap í Keypmannahavn. Umframt at hava drúgvar royndir innan ferðavinnu, er hon forkvinna í Trivnaðarnevndini í Eiðis kommunu, og ein av fyriskiparunum av Heystfagnaðinum á Eiði.   Í…

Tíðindi

Vestmanna kommuna samstarvsfelagi í ABC

Vestmanna kommuna hevur gjørt av at vera við í ABC fyri sálarliga heilsu. Hetta fyri at geva vestmenningum enn betri karmar og íblástur at savnast til tiltøk, har fólk kunnu hugsavna seg og vera virkin saman. Tað, at fólk trívast og føla seg sum part av einum góðum felagsskapi, hevur alstóran týdning fyri einstaka menniskjað,…

Tíðindi

Vestmanna Kommuna nýggja heimasíðu

Seinastu vikurnar hevur verið arbeitt við at gera nýggja heimasíðu til Vestmanna Kommunu. Nú er komið á mál og nýggja heimasíðan er løgd út alment. Arbeitt hevur serliga verið við at dagføra sniðið á heimasíðuni og gera bygnaðin einfaldan, so at hon eisini egnar seg til teldlar og snildfonir. Við nýggju heimasíðuni leggja vit okkum…

Tíðindi

Vestmanna kommuna í tølum í 2025

Nógv fleiri børn, yvir hundrað á kvøldskúlaskeiði og hundraðtals hondbóltsdystir  – Vestmanna í tølum og rákum.   Hvørt ár savna vit ymisk hagtøl saman um kommununa. Hagtøl kunnu ljóða turr, men tølini siga í veruleikanum søgur um gerandisdagin, felagsskapin og tær smáu og stóru hendingar, sum mynda okkara lokalsamfelag. Eftir at bert átta børn vórðu…

Tíðindi

Vestmanna kommuna á Vanganum

Borgarar í Vestmanna kommunu kunnu nú ómakaleyst fáa atgongd til tænastur umvegis Vangan. Samstarvið við Talgildu Føroyar viðførir, at samskiftið við kommununa verður bæði lættari og smidligari.   Longu nú kunnu borgarar í kommununi fara inn á Vangan at boða frá flyting, uppsiga dagstovnapláss ella søkja um dagstovnapláss, frípláss, byggiloyvi, mentanarstuðul, brenna bál, niðurtøku av…

Tíðindi

Vestmanna Kirkja – nýggj áhugaverd bók

Vestmanna kirkja – nýggj áhugaverd bók Bókin greiðir frá øllum staklutum í nýggju umvælingini, frá hátíðarløtum í kirkjuni, frá teimum mongu, ið hava tænt kirkjuni væl og eyðvitað við fullfíggjaðum yvirliti yvir jarðarferðir, so hon samstundis eisini er forvitnislig kelda hjá teimum mongu, ið dagliga práta um ætt og skyldfólk. Navnalisti er eisini í bókini.…

Tíðindi

Vesini á Havnarskrivstovuni

Vesini á havnarskrivstovuni verða hereftir stongd kl. 16.00 og latin upp aftur kl. 8.00 morgunin eftir. Í vikuskiftinum vera vesini stongd. Hetta verður gjørt, tí at tað áhaldandi verður gjørt herverk á vesunum.