Tíðindi

Kom og vála!

Sangir sum Kalli Katt, Súrligar Nætur og Villar Víddir verða at hoyra, tá væl umtókta tónleikatiltakið Válan verður í Vestmanna leygarkvøldið 26. apríl. Kári P. við bólki er nevniliga eitt av góðu nøvnunum, sum fer at framføra til Válanina í ár. Umframt hansara eldru sangskattir, fer Guðrið Hansdóttir at ríka okkum oyruni við sínari vøkru…

Tíðindi

Kom við í skránna til Vestmannadagar 2023

Aftur í ár verður skipað fyri vælumtøktu vestmannadøgunum. Teir verða frá hósdegnum 7. til sunnudagin 10. septembur 2023   Í ár verða nøkur nýggj og spennandi tiltøk á skránni, hóast sumt er afturvendandi, eitt nú grill við skúlan og  hugnaligi morgunmaturin í ítrottarhøllini. Sum nakað nýtt vera dagarnir deildir upp í økir. Vit kunnu nevna,…

Tíðindi

Kom við til Válan í Vestmanna – atgongumerkjasølan er byrjað

Nú styttist, til vit øll fara at vála. Vit gleða okkum til at síggja tykkum øll. Konsertirnar byrja stundisliga og varða umleið 30-40 min hvør.   Einans 200 atgongumerkir verða seld.   Skráin er hendan: 20:00 MC Restorff í kirkjuni 21:40 20:20 Marianna Winter í Vektarbúðini 22:00 20:40 Eyðun Nolsøe í Disvoy 22:20 21:00 Marius…

Tíðindi

Kom við til Válan í Vestmanna – atgongumerkjasølan er byrjað

Nú styttist, til vit øll fara at vála aftur. Vit gleða okkum til at síggja tykkum øll. Konsertirnar byrja stundisliga og vara umleið 30-40 min. hvør.   Einans 200 atgongumerkir verða seld.   Skráin er hendan: 20:00    Døgg Nónsgjógv í kirkjuni 20:40 & 21:40 Jazzygold í Vektarbúðini 21:00 & 22:00    Sakaris Joensen á Staðnum 21:20…

Tíðindi

Válan: atgongumerkjasølan er byrjað

Leygarkvøldið 25. apríl er aftur klárt at fara og Vála í Vestmanna. Tað vera fimm pallar við framúr góðum tónleiki á Bakkavegi.   Pallarnir vera í kirkjuni, í Vektarbúðini, á Disvoy, á Staðnum og í Silkienni. Á skránni er alt frá andalingum til vertsligan tónleik. Bólkarnir og einstaklingarnir, sum fara at forkela okkum oyruni hetta…

Tíðindi

Kommunan á Fjarðastevnu

Leygardagin 29. juni frá kl. 13.00 til kappróðurin er liðugur, verður Niðari Vegur einsrættaður inneftir. Ferðslan út í bygdina verður víst til Ovara Veg. Í samband við Fjarðastevnu er Skilagátt eisini stongt. Opið er aftur sum vant mánadagin. Vestmanna Kommuna ynskir øllum eina góða Fjarðastevnu.

Tíðindi

Kommunan pyntar til jóla, uttan savnandi tiltøk.

Vestmanna Kommuna er hart rakt av koronu í løtuni. Hetta er keðiligt fyri okkum øll, kanska helst fyri mongu børnini sum eru í sóttarhaldi, nú jólatræið skuldi tendrað og Jólamenninir skuldu koma á vitjan. Vit vóna, at tíðin skjótt fer at koma, har korona ikki ávirkar okkum so nógv longur, og at øll sleppa at…

Tíðindi

Kommunulæknaavloysari í Læknaviðtaluni

Dana Amal Imtihan Ali er sett sum kommunulæknaavloysari í Læknaviðtaluni í Vestmanna, f. Gunnhild Helmsdal, í tíðarskeiðinum:                         frá 18. desember til 29. desember 2024, báðar dagar íroknaðir

Tíðindi

Kommunulæknaavloysari í Læknaviðtaluni

Birgit Sørensen er kommunulæknaavloysari í Læknaviðtaluni í Vestmanna fyri Gunnhild Helmsdal, í tíðarskeiðunum:   13. januar til 19. januar 2025, báðir dagar íroknaðir 27. januar til 2. februar 2025, báðir dagar íroknaðir

Tíðindi

Kommunulæknaavloysari í Læknaviðtaluni

Ein nýggjur kommunulæknaavloysari verður í Læknaviðtaluni í Vestmanna frá mánadegnum 2. februar til og við 13. mars. Tað verður danin, Mikkel Kaleli, ið fer at røkja viðtaluna hesar vikurnar. Gunnhild Helmsdal, ið hevur verið kommunulækni í kommununi í átta ár, er tíverri givin í starvinum, og tí kann væntast, at tað næstu tíðina vera skiftandi…

Tíðindi

Kommunulæknaavloysari í læknaviðtaluni

Ein nýggjur kommunulæknaavloysari starvast í læknaviðtaluni í Vestmanna frá mánadegnum 16. mars til og við fríggjadagin 17. apríl. Tað er Jacoba Hansen, ið røkir viðtaluna hesar vikurnar. Sum kommunan áður hevur kunnað um, er Gunnhild Helmsdal, ið hevur verið kommunulækni í Vestmanna seinastu átta árini, tíverri givin í starvinum. Til Heilsutrygd hevur funnið ein annan…